Tað er ikki bara borgarstjórin í Fugloyar kommunu, Amalia í Frammistovu, sum er aktiv í ferðavinnuhøpi. Tað er borgarstjórin í Húsar kommunu, Magni Garðalíð, eisini.
Magni Garðalíð og konan, Hannebeth Garðalíð, eiga og reka fyritøkuna, Viljin Catering. Heima við hús hava tey stóran ídnaðarkøk, og tey hava eisini útvegað sær ein flytbaran ídnaðarkøk.
Báðir køkarnir hava hvør sína heilsufrøðiligu góðkenning, og flytbari køkurin krevur bara el, vatn og frárensl fyri at fungera. Soleiiðs kunnu tey eisini fara um alt landið at gera mat.
- Ovnurin, sum vit hava í ídnaðarkøkinum á Húsum, hevur 16 skuffur, og ovnurin í flytbara køkinum hevur 20 skuffur. Bæði heima við hús og í flytbara vogninum hava vit køling.
Magni Garðalíð sigur, at hetta er stórur kapasitetur, og báðir ovnarnir kunnu soleiðis rúma fleiri lambskrovum í senn. Tá boð eru eftir hjúnunum, kunnu tey - um tað skal vera - loysa eina og hvørja matuppgávu.