Tey sum týna rottu skulu verða løggildað

Í viku 43, 20-23. oktober 2025 fer Umhvørvisstovan at skipa fyri skeiði um at fyribyrgja og týna rottu

Skeiðið er serliga ætlað aktingarfólki hjá kommununum, men er eisini viðkomandi hjá fólki sum, arbeiða í fyrisitingini hjá kommunum, arbeiða við spillivatnsskipanum ella fyritøku har fyribyrging og týning rottu er liður í arbeiðinum, húsavørðum og øðrum, hetta skrivar Umhvørvisstovan. 

 

Fyri at fyribyrgja og týna rottu, er neyðugt at hava holla vitan um rottu, rottueitur, fellur o.a., og er ætlanin at tey, sum arbeiða við at fyribyrgja og týna rottu, skulu verða løggildað. Fyri at fáa løggilding er tað ein treyt at hava luttikið á skeiðinum ella samsvarandi skeiði í eitt nú Danmark.

 

Skeiðið verður á Hotel Hafnia frá 20.-23. oktober 2025, og er vistarhaldsskeið, tað merkir at luttakararnir búgva á hotellinum, meðan skeiðið varar.

 

Løggilding sum rottutýnari

 

Fyri at fyribyrgja og týna rottu, er neyðugt at hava holla vitan um rottu, rottueitur, fellur o.a. Ætlanin er, at aktingarfólk o.o., sum arbeiða við at fyribyrgja og týna rottu, skulu verða løggildað, eins og í londum kring okkum.

 

Tey, sum luttaka á skeiðinum og standa próvtøkuna, kunnu verða løggildað rottutýnarar. Løggildingin verður eftir ætlan galdandi í fimm ár.