Tey sum skifta til sjónvarpið skifta eisini kanal

Logikkurin hjá Anniku Mittún Jacobsen og Allani Dalsgarð er rættiliga stuttligur

Tey hava øgiliga ilt av, at fólk lurta eftir Rás2 og Lindini, serliga aftan á kl. 10. Tí skjóta tey alt fýrverkið við teimum bestu innsløgunum av millum kl. 8 og 12. Men samstundis tvinga tey eina stóra rúgvu av fólki at sløkkja fyri útvarpinum og at tendra fyri sjónvarpinum kl. 9.50. Hesi fara “av kanalini” fyri at kunna hoyra morgunlesturin í sjónvarpinum, í fyrstu atløgu borðreiddur við einari royndarmynd aftur við. Og kanska tey verða “hangandi” á sjónvarpinum. Tí tað kundi hent seg, at tingmenn kjakaðust um morgunlesturin á “Tingvarpinum”, aftan á morgunlesturin. Annika og Allan bjóða bæði “Control E” og “Damage Control”, um somu klokkutíð.

 

PS: Tey sum hava Televarp, síggja/hoyra eisini morgunlesturin.

EB: Okkara húski rindar eisini 3.500 kr. til Kringvarp Føroya