Eitt stórt parkeringspláss til pendlarar eigur at verða gjørt í Kollafirði. Tað mælir Landsverk nú til. Pendlarar eru tey, sum búgva á einum plássi, men arbeiða aðrastaðni.
Í hesum sambandi mælir Landsverk at gera eitt pendlarapláss við rundkoyringina í Kollafirði, har tað eisini skal vera pláss fyri fýra-fimm bussum.
Pendlaraplássið kann eisini verða við bensinstøðina í Kollafirði.
Annars verður mælt til at gera parkeringspláss til 30-40 bilar, men umframt parkeringspláss, eiga eisini aðrir hentleikar at vera har, bæði bensinstøð, løðistøðir til elbilar og skýli so at fólk í bili sleppa undir tak ímeðan tey bíða eftir bussi, ella onkrum øðrum at koyra við.
Eisini skulu hentleikar gerast soleiðis at til ber at hava súkkluparkering á økinum við súkklupumpum, og øðrum, soleiðis at fólk trygt kunnu seta súkkluna frá sær,
Landsverk sigur, at nógvir bilar steðga við høvuðsvegin, samstundis sum at Kollafjørður er eitt knútapunkt fyri bygdaleiðir og bussleiðir, og fyri at fáa meiri burtur úr, eigur eitt pendlarapláss at verða gjørt har.
Landsverk sigur, at ein slík verkætlan kostar 20 milliónir, og tá ið tað er gjørt, skal bussteðgiplássið við Kollafjarðartunnilin leggjast niður.
Men Landsverk sigur, at í hesum sambandi er neyðugt at kanna, hvussu tørvurin hjá bilunum kann nøktast frá einum pendlaraplássi.
Landsverk sigur eisini, at Strandferðslan hevur viljað havt eitt slíkt pláss, har allar leiðirnar kunnu savnast saman.
Eisini býráðslimir í Havn hava tosað nógv um at gera eitt pendlarapláss fyri at avmarka bilatalið í Havn, tí Havnin stendur at bresta av bilum. Men tað, tey hava tosað um, hevur verið munandi størri enn hetta.
Landsverk sigur, at tað er ein sannroynd, at alt fleiri fólk koyra til og frá arbeiði og tað er javnan at bilar standa parkeraðir við krossvegir, tí fólk saman.
Tá í Kollfjarðartunnilin varð tikin í nýtslu í 1992, varð knútapunktið fyri ferðslu eftir høvuðsvegunum millum Tórshavn, Vágar og Eysturoy flutt úr Kollfjarðardali við bensinstøðina, til rundkoyringina í Kollafirði, har tað javnan standa fleiri parkeraðir bilar við landsvegin