Fólk sum ikki eru koppsett spjaða smittuna

- Tað er í løtuni smitta í Sisimiut, sum vit ikki hava tamarhald á, og tað eru tey ikki-koppsettu, sum spjaða smittuna, sigur landslæknin í Grønlandi.

 

- Korunu-virus hevur tíverri fingið fastatøkur á fólkinum í Sisimiut, sigur landslæknin í Grønlandi.

- Korunu-virus hevur tíverri fingið fastatøkur á fólkinum í Sisimiut, segði landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, á tíðindafundi seinnapartin í dag.

 

Hann vísti á, at tað hevur gingið skjótt at spjaða smittu í Sisimiut, har 36 fólk eru smittað eftir einari viku.

 

- Hetta merkir, segði landslæknin, at talan lutfalsliga er um fleiri enn 500 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í býnum.

 

Hann segði, at um samanborið við tøl í øðrum londum, er talan um rættiliga stóra smittuspjaðing í Sisimiut.  

 

- Týdningarmiklasta vápnið er koppseting, tí tað eru tey ikki-koppsettu, sum spjaða smittuna. Tað er hetta, sum hendir í Sisimiut, legði landslæknin dent á. 

 

Henrik L. Hansen segði, at tað er væl dokumenterað, at koppseting kann steðga útbrotum, og tí verður stórur dentur lagdur á, at ung eisini verða koppsett.

 

 

 

- Korunu-virus hevur tíverri fingið fastatøkur á fólkinum í Sisimiut, sigur landslæknin í Grønlandi.