Nú tað styttist til fráferðina til oyggjaleikirnar, sum verða á Bermuda í døgunum 12. - 19. juli, er við at vera seinasta freist at hugsa um koppseting í sambandi við túrin.
Mælt verður til, at øll, sum fara til Bermuda, og sum steðga har millum eina og fýra vikur, eiga at koppseta seg móti Hepatitis A og Difteri-Stívkrampa.
Tíðindamaðurin hjá Portalinum/Rás2 fekk síni pirk hjá kommunulæknanum, Jenisi av Rana, sum leggur dent á, at tey sum fara til Bermuda mugu eisini brúka vit og skil, og ansa væl eftir hvat tey drekka og eta.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Jenis av Rana um vaksinering og hyggjuráð í samband við túrin til Bermuda.