Tey sum eru ringast fyri fáa lítið og einki

Tey, sum hava tær lægstu inntøkurnar, fáa einki burtur úr

Ætlaði skattalættin hjá samgonguni kemur ikki teimum til góðar, sum hava mest brúk fyri tí. Tað siga tey í Fakfelagssamstarvinum í eini viðmerking til ætlanina hjá samgonguni at lækka skattin. Í Fakfelagssamstarvinum eru sjey fakfeløg, Starvsfelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Akademikarafelagið, Heilsuhjálparafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

 

Ein útrokning hjá Fakfelagssamstarvinum vísir, at tey, sum ið ikki hava børn, og sum tjena minni enn 250.000 krónur um árið, fáa at kalla ongan skattalætta. Tey, sum tjena 235.000 krónur um árið, fáa ein skattalætta upp á bara 400 krónur um árið, ella 33 krónur um mánaðin. Tað er ikki fyrr enn inntøkan fer upp um 370.000 um árið, at skattalættin fer upp um 4.000 krónur um árið. Fer inntøkan enn longur upp, er skattalættin ímillum 4.129 krónur og 4.605 krónur um árið. Hetta svarar til umleið 350 krónur í miðal um mánaðin.

 

Tey í Fakfelagssamstarvinum siga, at veruleikin er, at tær lægru inntøkurnar fáa munandi minni í skattalætta enn tær hægru inntøkurnar fáa - og serliga eru tað tey, sum eingi børn eiga, sum eru fyri vanbýti.

 

Annars hava politikarar boðað frá, at endamálið við skattalættanum, var nettupp at lætta um hjá teimum, ið eru komin illa fyri at príshækkingum, men hetta endamálið verður als ikki rokkið Teir lægru inntøkubólkarnir verða við sviðusoð, men teir hægru inntøkubólkarnir, ið ikki hava líka stóran tørv á skattalætta, fáa munandi hægri lætta.

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Fakfelagssamstarvið heldur um ætlaða skattalættan hjá samgonguni.