Tey stóru liggja væl fyri

Champions League: Flestu av favorittunum kunnu tryggja sær víðari luttøku

Í kvøld verða seinna hálva av dystunum í fimta og næstseinasta umfarinum í bólkaspælinum í Champions League. Størsta uppgerðin er í Manchester, har Manchester City fær vitjan av Paris Saint Germain.

 

Bólkur A:

 

Vinnarin av dystinum millum Manchester City og Paris Saint Germain kemur víðari, meðan City kann tryggja sær fyrsta plássið við einum sigri. Club Brugge skal helst vinna, fyri at halda lív í vónini um at koma víðari. RB Leipzig kann ikki koma víðari í Champions League.

 

Club Brugge – RB Leipzig (20.00)

 

Manchester City – PSG (20.00)

 

Støðan:

 

  1. Manchester City 9
  2. PSG 8
  3. Club Brugge 4
  4. RB Leipzig 1

 

Bólkur B:

 

Liverpool hevur tryggjað sær fyrsta plássið, og tað er hørð kapping um at fylgja Liverpool víðari í kappingini. FC Porto liggur best fyri, meðan AC Milan er tvingað til sigurs, sjeyfaldu vinnararnir skulu hava ein møguleika at koma víðari.

 

Atletico Madrid – AC Milan (20.00)

 

Liverpool – FC Porto (20.00)

 

Støðan:

 

  1. Liverpool 12
  2. FC Porto 5
  3. Atletico Madrid 4
  4. AC Milan 1

 

Bólkur C:

Ajax kann tryggja sær fyrsta plássið við sigri í Turkalandi móti Besiktas. Sama er galdandi fyri Borussia Dortmund, sum er á vitjan í Portugal hjá Sporting. Vinnur Sporting við fleiri enn einum máli, so eru tað portugisarnir, sum koma víðari. Besiktast kann ikki koma víðari.

 

Besiktas – Ajax (17.45)

 

Sporting – Borussia Dortmund (20.00)

 

Støðan:

 

  1. Ajax 12
  2. Borussia Dortmund 6
  3. Sporting 6
  4. Besiktas 0

 

Bólkur D:

 

Favorittarnir úr Real Madrid og Inter Milan kunnu við sigrum tryggja sær víðari luttøku, undan seinasta umfarinum í bólkaspælinum. FC Sheriff, sum hevur verið mest óvæntaða liðið í bólkasælinum, og Shakhtar Donetsk kunnu enn spæla seg víðari, men tað krevur sigrar í kvøld.

 

Inter Milan – Shakhtar Donetsk (17.45)

 

FC Sheriff – Real Madrid (20.00)

 

Støðan:

 

  1. Real Madrid 9
  2. Inter Milan 7
  3. FC Sheriff 6
  4. Shakhtar Donetsk 1