Tey stóru vístu vegin

Premier League: Bæði Totenham og Arsenal hava hvat trupulleikar, men vunnu greitt í gjár

Tottenham, sum undan jólini, var í oddinum í Premier League, misti stevið eftir ósigurin á Anfield móti Liverpool, men í gjár bragdaði aftur.

Tottenham vann 3-0 á Leeds á heimavølli. Harry Kane og Heung-Min Son skoraðu – sum vanligt – meðan Toby Alderweireld fekk tað triðja. Meðan Harry Kane og Heung-Min Son eru stóru stjørnurnar, so fær danski miðvallarin, Pierre-Emile Højbjerg, nógv rós. Stríðsmaðurin kom úr Southampton undan hesum kappingarárinum fyri beint yvir hundrað milliónir krónur.

Arsenal hevur verið nærmast niðurflytingarvanda, men við 4-0 sigri á West Bromwich, hevur London-felagið nú vunnið tríggjar ferðir upp í slag. Mikel Arteta og hansara menn nærkast nú ovaru hálvu á stigatalvuni.

Skotski Kieran Tierney legði fyri við 1-0 málinum, meðan unga stjørnuskotið, Bukayo Saka, økti til 2-0. Alexandre Lacazette setti punktum við málum til 3-0 og 4-0 í seinna hálvleiki.

Málríkasti dysturin var millum Brighton og Wolverhampton. Her endaði tað 3-3, eftir at Wolverhampton var á odda 3-1 í hálvleikinum. Sheffield United hevur tað torført, eftir bara tvey stig í 17 dystum. Í gjár tapti Sheffield United fyri 15 ferð í hesum kappingarárinum. Hesa ferð 2-0 móti Crystal Palace.

Tríggir dystir vóru upprunaliga á skránni, men dysturin millum Burnley og Fulham er útsettur vegna koronusmittuútbrot í hópinum hjá Fulham. Í hinum báðum dystunum tekur Newcastle móti Leicester, og Chelsea far vitjan av Manchester City.

1Liverpool1696137:2033
2Man Utd16103333:2433
3Tottenham1685329:1529
4Leicester1692529:2029
5Everton1692526:2029
6Chelsea1675431:1826
7Aston Villa1582529:1626
8Man City1475221:1226
9Southampton1675425:1926
10West Ham1775524:2126
11Arsenal1772820:1923
12Leeds1772830:3323
13Wolves1764718:2422
14Crystal Palace1764722:2922
15Newcastle1554617:2419
16Burnley154479:2016
17Brighton1728721:2814
18Fulham1525813:2311
19WBA17151111:398
20Sheffield Utd1702158:292