Tey stóru sigraðu

Arsenal, Chelsea, Bayern Munchen og Real Madrid greiddu øll sínar skyldur í kvøld við sigrum. Í bólki F vann Chelsea 2-0 á fronsku meistarunum, Marseille. John Terry og Nicolas Anelka skoraðu málini fyri Chelsea í fyrra hálvleiki. Í hinum dystinum vann Spartak Moskova greitt á MSK Zilina.

 

Á Amsterdam Arena tók Ajax ímóti AC Milan. Bæði liðini hava eina stolta søgu í Champions League. Ajax hevur vunnið Champions League fýra ferðir, meðan AC Milan hevur vunnið hana sjey ferðir. Seinast Ajax vann Champions League var í 1995, tá teir møttu júst AC Milan í finaluni. Dysturin í kvøld endaði við javnleiki 1-1. Mounir El Hamdaoui legði Ajax á odda um miðjan fyrra hálvleik. Eitt korter seinni javnaði fyrrverandi Ajax framherjin, Zlatan Ibrahimovic, fyri AC Milan. Real Madrid megnaði stutt fyri tíð at skora einsamalla málið í dystinum, tá teir vitjaðu Auxerre. Málið skoraði Ángel Di María.

 

Vandi var fyri, at dysturin millum Partizan Beograd og Arsenal fór at blíva útsettur, tí trupulleikar vóru við ljósinum. Trupulleikin var loystur og tað endaði við at Arsenal vann 3-1. Andrei Arshavin, Marouane Chamakh og Sebastian Squillaci skoraðu fyri Arsenal. Bæði liðini brendu brotsspark.

 

Champions League:

 

Bólkur E:

 

Roma ? CFR Clju 2-1

FC Basel ? Bayern Munchen 1-2

 

Bólkur F:

 

Spartak Moskova ? MSK Zilina 3-0

Chelsea ? Marseille 2-0

 

Bólkur G:

 

Auxerre ? Real Madrid 0-1

Ajax ? AC Milan 1-1

 

Bólkur H:

 

Braga ? Shakhtar Donetsk 0-2

Partizan Beograd ? Arsenal 1-3