Arsenal, Barcelona og AC Milan vunnu sínar dystir í kvøld, meðan Chelsea ikki kunnu verða heilt ónøgdir við eina stigið í Valencia. Øll fýra liggja væl fyri at koma víðari. Apoel Nicosia úr Kypros liggur óvænta fremst í bólki G.
Í bólki F kom Arsenal væl frá byrjan í heimadystinum móti Olympiakos. Ungi Alex Oxlade-Chamberlain legði Arsenal á odda tíðliga. Um miðjan fyrra hálvleik økti brasilski vinstri bakkurin, Andre Santos.
Ein løtu sá út til, at Arsenal fór at vinna stórt, men eftir stutt horna minkaðu gestirnir um munin. Síðani gekk javnt á og bæði liðini høvdu møguleikar at skora, men tað endaði við einum 2-1 sigri.
Í hinum dystinum í bólki F vann Marseille stórt á heimavølli móti týsku meistarunum, Borussia Dortmund.
Bæði Barcelona og AC Milan greiddu sínar setningar í bólki H. Barcelona vann stórt í Hvítarusslandi, meðan AC Milan í seinna hálvleiki megnaði at finna málið móti Viktoria Plzen úr Tjekkia.
Bólkur E:
Bayern Leverkusen Genk 2-0 (1-0)
1-0 Lars Bender, 30
2-0 Michael Ballack, 90
Valencia Chelsea 1-1 (0-0)
0-1 Frank Lampard, 56
1-1 Roberto Soldado, 87 br
Støðan:
1 Chelsea 4 stig
2 Bayern Leverkusen 3
3 Valencia 2
4 Genk 1
Bólkur F:
Arsenal Olympiakos 2-1 (2-1)
1-0 Alex Oxlade-Chamberlain, 8
2-0 Andre Santos, 20
2-1 David Fuster Torrijos, 27
Marseille Borussia Dortmund 3-0 (1-0)
1-0 Andre Ayew, 20
2-0 Loic Remy, 63
3-0 Andre Ayew, 69 br
Støðan:
1 Marseille 6 stig
2 Arsenal 4
3 Borussia Dortmund 1
4 Olympiakos 0
Bólkur G:
Zenit St Pætursborg FC Porto 3-1 (11)
0-1 James Rodriguez, 10
1-1 Roman Shirkov, 20
2-1 Roman Shirkov, 63
3-1 Danny, 72
Reytt kort: Jorge Fucile(Porto), 45
Shakhtar Donetsk Apoel Nicosia 1-1 (0-0)
0-1 Ivan Trickovski, 61
1-1 Jadson, 64
Støðan:
1 Apoel Nicosia 4 stig
2 Zenit St Pætursborg 3
3 FC Porto 3
4 Shakhtar Donetsk 1
Bólkur H:
BATE Borisov Barcelona 0-5 (0-3)
0-1 Aleksandr Volodko, 19 sjálvmál
0-2 Pedro, 22
0-3 Lionel Messi, 38
0-4 Lionel Messi, 56
0-5 David Villa, 90
AC Milan Viktoria Plzen 2-0 (0-0)
1-0 Zlatan Ibrahimovic, 53 br
2-0 Antonio Cassano, 66
Støðan:
1 Barcelona 4 stig
2 AC Milan 4
3 Viktoria Plzen 1
4 BATE Borisov 1