Tey stákast til jólasølu

Í hesum døgum stákast starvsfólk ogbrúkarar á Varda verkstaðnum á Brekku í Klaksvík við at gera jólaprýði og gávulutir til árligu jólasøluna, sum verður leygardagin

Klaksvík:
Á Varda verkstaðnum í Brekku hava tey verið jólalig síðani í juni mánaði. Tá byrjaðu tey so smátt at gera jólaprýði til høvuðssøluna hjá teimum, sum vanliga er í november mánaði.
Jóna Olsen, leiðari á verkstaðnum, sigur, at brúkararnir gera so at siga alt prýði sjálvi.
? Vit leggja tað til rættis frá byrjan av og onkuntíð taka vit um endan, men tey gera meginpartin sjálvi, greiðir hon frá.
Jólamenn og konur, dúkar, hillar, jóladekoratiónir, grýtulappar, borðlappar og alskyns jólaprýði, sum alt er hondgjørt, verður hongt upp ella stillað fram til jólasøluna.

Vælvitjað
Jólasølan letur upp klokkan 10 leygarmorgunin og er opin til klokkan 15. Vanliga verður alt selt, og Jóna sigur, at tað vitja ótrúliga nógv fólk.
? Vit hava okkara føstu viðskiftafólk, men tað legst eisini afturat, sigur hon.
Komandi vikuskifti er jólasølustevna í KÍ høllini eisini, men Jóna óttast ikki, at tað fer at ganga út yvir teirra sølu. Hon sigur, at fólk vita, hvat tey gera á verkstaðnum, og tí vita tey eisini, hvørjum tey koma eftir.
? Lutirnir hjá okkum eru allir kvalitetslutir. Teir eru heimagjørdir og eisini forkunnugir. Vit hava roynt at gera slíkt, sum ikki fæst aðrastaðni. Til dømis jóladekoratiónir, har vit nýta prýði, sum vit gera burtur úr tilfari úr náttúruni, greiðir Jóna frá.

Hvíla í desember
Tá jólasølan er av leygardagin, er tann strævnasti parturin av fyrireikingunum til jóla av á verkstaðnum á Brekku. Tá sølan er avgreidd, kunnu tey fara í holt við at hugsa um jólahugnan á sjálvum verkstaðnum fyri tey sjálvi.
Og tað trýtur ongantíð við jólahýrinum. Øll gleða tey seg til jóla og duga sera væl at hugna sær.
? Eg haldi ikki, at tey eru minni jólalig fyri tað, um tey gera nissur longu í juni mánaði, sigur Jóna.
Í desember skipa tey millum annað fyri jólahugna fyri avvarðandi og eisini verður farið ein jólatúr til Havnar.