Tey spenna bogan høgt

12 føroyskir bogaskjúttar fara at verða við í kappingunum á Guernsey. Hetta er størsta talið nakrantíð, og tey fara at liggja fram við eftir heiðursmerkjum

Ongantíð áður hava so nógvir føroyskir bogaskjúttar verið við á Oyggjaleikunum sum hesaferð.
Heili 12 føroyskir skjúttar fara at bjóða av á Guernsey, og málið er at vinna fleiri heiðursmerki.
Bogaskjótikappingin verður skipað eitt sindur øðrvísi hesaferð, enn hon plagdi at vera.
Kappast verður í fýra dagar. Fyrsta dagin verður skotið 70 og 90 metrar fyri menn og 60 og 70 metrar fyri kvinnur. Næsta dagin skjóta øll 30 og 50 metrar.
Samlaða úrslitið fyri hesar innleiðandi kappingar verða so nýttar til bólking av einum finaluumfari fyri bæði einstaklingar og lið. Finaluumfarið verður avgreitt triðja og fjórða dagin, og tá fer øll skjóting fram á 70 metrum.

Fleiri heiðursmerki
Broytingin í kappingarskipanin ger kappingina meira spennandi, og øll fáa eina størri avbjóðing. Hevur ein skjútti havt eina vánaliga byrjan, so kann hann koma afturíaftur, men tað krevst so sjálvandi, at hann vinnur á einum skjútta, sum hevur havt betri innleiðandi úrslit.
Í finaluumfarinum er skipanin tann, at teir skjúttar, sum tapa ein dyst, fara úr kappingini, meðan vinnararnir fara víðari.
Í ár verða heiðursmerki latin bæði í innleiðandi kappingunum og í finaluni, og tí kunnu liðini vinna tvey heiðursmerki og einstaklingar tað sama.
Føroyska recurveliðið er mannað við Annlot Rasmussen, Róa Johannesen, Hans Jørn Nielsen og Kristian Niclasen úr Tambar og Annika Vang og Rógvi Mohr úr Ørvi.
Compoundliðið er mannað við Sigrid Vang, Albertu Gaardlykke, Schandorff Vang, Per Holm Andersen, Jóannesi Poulsen og Anders Jønsson, øll úr Ørvi.
Leiðari og venjari er Schandorff Vang, og hjálparvenjari er Bjarni Rasmussen.


Bogaskjúttar:
Annlott Rasmussen
Rói Johannesen
Hans Jørn Nielsen
Kristian Niclasen
Annika Vang
Rógvi Mohr
Sigrid Vang
Alberta Gaardlykke
Schandorff Vang
Per Holm Andersen
Jóannes Poulsen
Anders Jönsson
Bjarni Rasmussen