Tiltakið at víðka um fjøruna við sandi kemur væl við hjá børnunum í Klaksvík, sum ikki so sjáldan síggjast spæla í fjøruni.
Eftir uppskoti frá Atla S. Justinussen, formanni í havna-og vinnunevndini hjá Klaksvíkar kommunu, tók nevndin í summar stig til at fríðka og víðka um fjøruna í Klaksvík og Árnafirði við 4000 rúmmetrum av sandi, sum vórðu lagdir í fjøruni ymsastaðni í Víkunum, heiman fyri Seglvirkið, á Vágsstongum umframt nakað á sandin í Árnafirði eisini.
Endamálið við tiltakinum er at fríðka og víðka um fjøruna, samstundis sum hetta bøtir um hvalvágirnar, og hóast stutt tíð enn er fráliðin, kann longu staðfestast, at unga ættarliðið hevur tikið væl ímóti víðkaðu møguleikunum at fara oman í fjøruna, tí javnan síggjast spælandi børn har.
"Tey gleðast yvir verkið, og yvir vala standin
og allan hendan ríkdóm, ið breiðir seg um sandin
Tey byggja hús og borgir og laða langar garðar
av sandkornunum smáu, ímeðan sjógvur fjarar"
- Soleiðis ljóðar eitt ørindi í vakra sanginum børn spæla sær á sandi, sum Ismar Joensen, sáli, skrivaði - óivað við íblástri frá egnum barnaárum - og hóast ættarlið skifta, so er framvegis nakað dragandi við umhvørvinum á fjørusandi, skrivar Klaksvíkar kommuna á síni heimasíðu í dag.
Lagt verður aftrat, at frá náttúrunnar hond hevði Klaksvík stóran sand innast á vánni, og er tað tí upp á sítt pláss, at tiltøk sum hetta verða framd fyri at geva teimum, sum nú vaksa upp, víðkaðar møguleikar at spæla á fjørusandi.










