Sjónleikur
Tað er ikki lítið av virksemi á gamla Meiarínum. Síðani húsið fór at virka sum eitt slag av leik- og mentunarhúsið hevur eitt sindur av hvørjum verið at síggja og hoyra í húsinum. Serliga sjónleikurin ?Eitur nakað land weekend? vakti ans millum føroyingar, sum í hópatali vitjaðu sýningarnar. Ætlanin er, at umframt henda sjónleikin skal ein sjónleikur afturat framførast áðrenn ársskiftið. Februar mánað komandi ár stendur einki minni enn Macbeth á skránni. Tað verður ein leikur við leikarum úr fleiri londum.
Seinastu vikurnar hava flestu leikararnir hjá Grímu vant ein nýggjan føroyskan sjónleik. Sjónleikurin eitur ?Fótur í hosu?. Slagið er kanska ikki tað, Ið vit í Føroyum hava sæð mest til, men hetta er tó heldur ikki fyrstu ferð, at hetta slagið av sjónleiki verður skrivað og framført í Føroyum.
Slagið tosað verður um er glantrileikur ella farsa. Hetta er fyri so vítt eitt slag av skemtileiki. Leikurin byggir fyri so vítt eisini á nógv og gott skemt, siga fyrireikararnir.
Tað eru systkini Hans og Súsanna Tórgarð, sum hava skrivað leikin. Tað var eftir, at tey vóru á einum skeiðI hjá Eyðun Johannesen og Jørgen Ljungdahl, har tey lærdu eitt sindur um at skriva sjónleik. Burturúr hesum skeiðinum spurdist ein so mikið spennandi sena, sum tey bæðI síðani valdu at arbeiða víðari við, og úrslitið gjørdist so hesin nýggi leikurin, Fótur í hosu. Tað tók tó bert eina viku at skriva leikin, men tá varð eisini arbeitt bæðI nátt og dag. Leikurin var eisini við í leikrita kappingini hjá Leikpalli Føroya, men leikurin varð ikki skrivaður við hesum fyri eyga, sigur Hans Tórgarð.
Søgan í leikinum snýr seg um, at systkini Jákup og Maritu og ein danskur hýruvognsførari finna tvær avskornar føtur. Hetta verður beinanvegin sett í samband við Bankastjóran, og skjótt endar alt í einum ruðuleika. Leikurin líkist eisini einum krimileiki í nógvar mátar, og leikurin er eisini vorðin kallaður fyri eina krimifarsu.
Hóast leikurin er ógvuliga skemtiligur, so skortar tað heldur ikki við samfelagskritikki. Leikstjórin, Hans Tórgarð, undirstrikar tó, at eingin verður beinleiðis hermdur eftir í leikinum, men heldur eru tað nakra typur, sum verða fluttar á pall. Fólk kunnu tó gjarna kenna seg rakt, sigur leikstjórin.
Leikurin fer eisini fram í nútíðarsamfelagnum, og staðið er Havnin. Persónarnir í leikinum eru sum áður nevnt kendar typur, ið fólk óivað fara at kenna aftur.
Tað er sum áður nevnt Hans og Súsanna Tórgarð, sum hava skrivað leikritið. Sjálvur hevur Hans Tórgarð eisini leikstjórna henda leikin. Hetta við at tað nú er hann, sum leikstjórnar, er ikki nakað óvanligt hjá Grímu, tí tey eru so von við at skiftast um uppgávur, sigur Hans Tórgarð. Ein onnur Tórgarð spælir eisini við í leikinum, Ria Tórgarð. Tveir av teimum, sum eisini sluppu framat í ?Eitur nakað land weekend? eru eisini við hesaferð. Talan er um Høgna Johansen og Kára Øster. Eisini spæla Egi Dam, Kristina Hansen, Aksel Joensen og Birita Mohr við í sjónleikinum.
Frumsýningin verður í kvøld kl.19 Og spælt verður á Meiarínum eina tíð fram. Ætlanini er eisini at fara at ferðast við leikinum.