Stóra sjarman í steypakappingunum er, at tað ikki so sjáldan kemur fyri, at tað í einum og avgerandi dysti eydnast lítla og lægri stadda liðnum at gera av við stóra favorittin úr betri deildini.
Soleiðis vísti tað seg at vera í tveimum av teimum trimum fjórðingsfinalunum í FA Cup, ið vóru á skránni í dag.
Tað var heilt eftir bókini, tá ið Hull vann tryggan 3-0 sigur á Sunderland.
Í fjør vann Wigan, sum nú spælir í 1. deild, steypafinaluna ímóti Manchester City 1-0. Í dag hittust liðini aftur í steypakappingini. Manchester City var stórfavorittur á heimavølli, men kortini eydnaðist tað Wigan at vinna 2-1!
Wigan var frammanfyri eftir 1. hálvleik, og átjan minuttir undan leikloki varð leiðslan tvífaldað. Fimm minuttir seinni minkaði Manchester City um munin. Síðstu 13 minuttirnar og í teimum fimm, sum vórðu lagdir aftrat vanligu leiktíðini, royndi heimaliðið at leggja trýst á, men talan var ikki um upplagdar møguleikar, og so var stórfagnaður í Wigan leguni.
Sheffield United vann 2-0 á heimavølli ímóti Charlton. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Hetta er fyrsta ferðin síðani í 2001, tá ið Wycombe megnaði tað, at felag úr 3. bestu deildini hevur spælt seg í hálvfinaluna.
Lutur er drigin um, hvussu liðini skulu hittast í hálvfinaluni. Tað er greitt, at Hull og Sheffield United hittast í aðrari hálvfinaluni, og í hinari hittast Arsenal og Wigan. Hálvfinalurnar verða spældar á Wembley 12. og 13. apríl.
Sjálvandi verður Arsenal nú roknað at vera stórfavorittur at vinna steypakappingina. Men úrslitini í dag eiga at minna Arsene Wenger og hansara menn á, at í steypadystum er møguleiki fyri, at tey smærru kunnu snýta tey størru!