Tey sluppu við hvøkkinum

Tað stóð nógv á hjá Manchester United og Ajax, sum nú eru í Europa League-finaluni.

Tað verða Manchester United og Ajax, sum hittast í Europa League-finaluni í ár. Tað er greitt, nú tær seinnu hálvfinalurnar í kappingini vórðu spældar í kvøld. Tær gjørdust ógvuliga spennandi, og spenningurin helt sær heilt til tey bæði síðstu brísklini.


Manchester United vann ta fyrru hálvfinaluna 1-0 ímóti Celta Vigo, og heima á Old Trafford í kvøld líktist tað leingi einum 1-0-sigri við máli frá Marouane Fellaini í 17. minutti, men Celta Vigo svaraði aftur og javnaði til 1-1 við máli frá Facundo Roncaglia fýra minuttir fyri leiklok.


Beint eftir hetta málið var ruðuleiki, og endin var, at Facundo Roncaglia og Eric Bailly fingu reytt kort. Celta Vigo kundi við einum máli afturat spælt seg víðari, og langt inni í yvirtíðini var um reppið, at svenski John Guidetti sendi United úr kappingini. Hann fekk tó ikki skot á, og nú er United í finaluni.


Ajax hevði longu annað beinið í finaluni við 4-1-sigri ímóti Lyon í fyrru hálvfinaluni, men Lyon fekk loypt hvøkk á hollendska liðið í kvøld, tá ið teir smáar tíggju minuttir fyri leiklok skoraðu til 3-1 og einans vóru eitt mál frá at sleppa í longda leiktíð. Ajax helt tó tætt og er saman við United í finaluni.


Finalan ímillum Manchester United og Ajax verður spæld tann 24. mai á Friends Arena í Stokkhólmi, Svøríki.


Manchester United – Celta Vigo 1-1 (1-0) – United víðari við samlaðum 2-1-sigri

1-0: Marouane Fellaini, 17.

1-1: Facundo Roncaglia, 86.


Lyon – Ajax 3-1 (2-1) – Ajax víðari við samlaðum 5-4-sigri

0-1: Kasper Dolberg, 27.

1-1: Alexandre Lacazette, 45. (br.)

2-1: Alexandre Lacazette, 45+1.

3-1: Rachid Ghezzal, 81.