Tað, sum hendir beint nú, er bara byrjanin og hetta er ein endaleys skrúva. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
Sum vit skrivaðu í áðni fer Landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið í heyst um at geva Almannaverkinum rætt til at gera av, hvørji undan skulu gerast frá einum verkfalli á stovnum undir Almannaverkinum
Les meiri her: Fara at skerja verkfalsrættin í allar ævir
Súni Selfoss sigur, at tað má ikki henda, at landsstýrið sleppur so langt sum at leggja eitt slíkt uppskot fyri Løgtingið og hann sigur, at uppskotið, sum beint nú liggur í Løgtinginum, er bara eitt stig á leiðini. Uppskotið, sum nú liggur í Løgtinginum, gevur Almannaverkinum rætt til at gera av, hvørji undantøk skulu gerast frá verkfallinum á stovnum undir Almannaverkinum, so at lív og heilsa ikki verður sett í vanda.
Súni Selfoss sigur, at hesin ágangurin á fakfeløgini er ein endaleys skrúva og tí hava 36 fakfeløg nú hótt við at seta tiltøk í verk, tekur landsstýriå ikki uppskotið aftur. Tað hevur løgmaður afturvíst og formaðurin í Starvsfelagnum sigur, at sostatt má myndugleikarnir eisini taka avleiðingarnar av tí. Og sostatt eru fakfeløgini nú farin at fyrireika, hvørji tiltøk skulu setast í verk.
Sostatt fara tey ymsu fakfeløgunum nú at hittast fyri at fáa heimild frá nevndunum at seta tiltøk í verk, men akkurát nær nakað hendur, dugir Súni Selfoss ikki at siga. Hann dugir heldur ikki at siga, hvørji tiltøk talan kann verða um, men teir møguleikar, sum eru nevndir, eru at fara í 24 tíma samhugaverkfall, ella rætt og slætt at fara í aðalverkfall.
Hann sigur, at tað er einki, sum forðar fakfeløgunum í at fara í samhugaverkfall, og tað er ein av møguleikunum, sum feløgini umrøða. Hann leggur afturat, at nú er hetta ikki longur eitt stríð ímillum Arbeiðsgevararnar og Pedagogfelagið, tí nú er hetta eitt stríð við øll fakfeløgini. Tí hava øll fakfeløgini størstan áhugað í málinum, sigur hann.
– Endamálið er at fáa landsstýrið at taka uppskotið aftur, og at forða fyri, at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið aftur í heyst. Slík mál hoyra ikki heima í Løgtinginum, men við samráðingarborðið. Okkara samráðingarrættur skal ikki skerjast meiri, sigur formaðurin í Starvsfelagnum.