Tey skuldu ikki fáa grið

Libya mótmælir, at bulgarski forsetin gav fimm sjúkrasystrum og einum lækna grið, hóast tey høvdu fingið lívlanga fongsulsrevsing í Libya. Libya hevur sent bulgarsku stjórnini eitt formligt mótmæli ímóti, at ein lækni og fimm sjúkrasystrar hava fingið grið í Bulgaria, sjálvt um tey høvdu fingið lívlanga fongsulsrevsing í Libya.

Í Libya vórðu tey seks dømd fyri at hava givið børnum HIV-smittað blóð. Tey vórðu fyrst dømd til deyða, men seinni lívlangafongsulsrevsing.

Fyrr í vikuni vórðu tey send til Bulgaria eftir einari avtalu millum bulgarsku stjórnina og stjórnina í Libya. Men bulgarski forsetin gav teimum grið, og tað vil Libya ikki góðtaka. Sambært tíðindastovunum eru avvarðandi hjá teimum smittaðu børnunum í øðini um avgerðina hjá bulgarska forsetanum.