Familjurnar liva eina tilveru við sjúku, røkt og einari óvissari framtíð, har tað nú í fleiri mánaðar hevur verið ógjørligt at fáa gerandisdagin at hanga saman. Stuðlarnir eru uppsagdir og røktin latin yvir á foreldrini, sum eru farin heim frá arbeiði at átaka sær uppgávur, sum trískiftistoymi áður hevur havt ábyrgdina av. Í onkrum familjum eru tey kortini so heppin, at stuðlarnir enn eru í heiminum, men er tað bert stuðlunum fyri at takka, tí teir fáa seg ikki at lata familjurnar yvir til tilvildina.
- Børn okkara hava brúk fyri stuðli alt samdøgri. Tey kunnu onki og nógv teirra eru so veik, at tey mugu hava andingartól og náttarvakt sitandi uppi yvir sær. Heilsustøðan hjá foreldrunum er í vanda, stress og strongd tyngja tey, samstundis, sum tey onki fáa at vita, tá tey seta seg í samband við Almannastovuna, sigur Lis Eklund í Niðristovu, forkvinna í Javni og mamma at fjølbrekaðum barni.
Nýggja skipanin óvirkin
Eftir at skipanin við stuðlum til tey allar sjúkastu børnini varð løgd yvir á Almannastovuna, hevur hvørki høvd ella hali verið á nøkrum, sigur Javni, sum fleiri ferðir heitti á politiska myndugleikan um at bíða við broytingunum og at geva pláss fyri einari tillagingartíð, tá skipanin varð broytt. Kortini varð lógarbroytingin samtykt, bert ein mánað áðrenn hon skuldi koma í gildi.
Sambært Annlis Bjarkhamar, dagligur leiðari hjá Javni, er forsøgan tann, at lógarbroytingin leggur upp til eitt tvíbýti, har børn við heilt serligum tørvi koma undir eina stuðulsfólkaskipan hjá Almannastovuni, meðan børnini við lættari serligum tørvi, sum kunnu integrerast á dagstovnar, verða kommunal ábyrgd. Ætlanin var, at skipanin skuldi koma í gildi 1. januar, men hetta var broytt í síðstu løtu, til at hon kom í gildi 1. apríl.
- Nú skjótt 3 mánaðar eftir, at nýggj skipanin varð sett í verk, ræður óvissa og ótryggleiki á økinum. Serliga eru tað børnini við heilt serligum tørvi, eitt nú tey fjølbrekaðu børnini og familjur teirra, sum í løtuni liva undir ótolandi umstøðum, sigur Annlis Bjarkhamar.
Og hon greiðir víðari frá, at tá lógarbroytingin varð sett í verk, valdi Almannastovan at siga allar stuðlar úr starvi fyri síðani at lýsa størvini leys av nýggjum.
- Nú 3 mánaðir seinni er enn ógvuliga ógreitt, hvør støðan er á økinum. Almannastovan hevur heitt á onkrar stuðlar um at halda áfram eina tíð afturat, meðan tey eru í ferð við at seta nýggj fólk í starv. Nakrir stuðlar hava játtað at hildið fram, meðan aðrir hava fingið sær onnur størv, tí óvissan í stuðulsstarvinum var ov stór. Avleiðingarnar av øllum hesum mugu børnini og familjurnar bera, sigur Annlis Bjarkhamar.
Ongan rætt til hjálp
Og trupulleikarnir á økinum steðga ikki har. Tí uppskotið legði eisini upp til, at játtanin til stuðulsfólkaøkið varð broytt frá lógarbundnari játtan til rakstrarjáttan.
- Hetta hevði eitt nú við sær, at tað nú var játtanin á fíggjarlógini - og ikki tørvurin hjá barninum - sum var avgerandi fyri, um eitt barn fekk játtað stuðulsfólk, hvussu nógvar stuðulstímar barnið fekk og so framvegis, sigur Lis Eklund í Niðristovu, forkvinna í Javni. Og hon vísir á, at í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið sigur Almanna- og heilsumálaráðið eisini, at vandi kann vera fyri, at stuðul verður sýttur av fíggjarligum ávum.
- Hetta kann Javni á ongan hátt góðtaka. Tí vit meta, at í einum so framkomnum landi sum Føroyar, har vit nú í 35 ár hava stríðst fyri livikorunum hjá teimum menningartarnaðu, eigur tað at vera ein rættur hjá einum og hvørjum við serligum tørvi at fáa ta hjálp og tann stuðul, sum hesin hevur brúk fyri, sigur Lis Eklund í Niðristovu. Og hon vísir á, at afturmeldingarnar sum tey fáa, vísa at foreldur kenna á sær, at tað í alt ov stóran mun eru tey fíggjarliga atlitini, sum liggja til grund fyri avgerðunum, sum verða tiknar í samband við stuðul og hjálp til familjuna og barnið og at tað ikki er tørvurin hjá barninum/familjuni sum eru avgerandi.
Frástøða er til brúkaran
Sambært Annlis Bjarkhamar, mugu tey í Javna tíverri ásannað, at tað í alt ov lítlan mun verður tikið atlit til tey, sum koma at liva við avleiðingum av lógarbroytingunum, nevniliga barnið og familjuna.
- Tað er í dag ov stór frástøðu millum tey, sum sita og smíða og samtykkja lógir, og tey sum daglig skulu liva við teimum avgerðum/broytingum, sum tiknar verða av politiska myndugleikanum. Tað verður gjørt alt ov lítið við at kanna tær avleiðingar, sum eitt nú ein slík lógarbroyting sum henda hevur á gerandisdagin hjá til dømis fjølbrekaðum børnum og teirra familjum. Vit hava í hesum førinum eina ójavnvág, har alt ov nógv fíggjarlig og umsitingarlig atlit verða tikin, meðan alt, alt ov fá atlit verða tikin til barnið/familjuna, sigur Annlis Bjarkhamar, sum eftirlýsir eina grundleggjandi broyting, tá tað kemur til bæði lógarsmíð og umsiting innan almannaøkið.
Og ein mamma sigur, at hon kennir á sær, at myndugleikarnir verða ikki nøgdir, fyrr enn hon hevur verið uppi í grótbrotinum og slept barninum útav eggini.