Hóast teir stóru samgonguflokkarnir hava sagt, at teir vilja gera tað lættari hjá fólki at seta føtur undir egið borð, gera teir í roynd og veru tað beint øvugta.
Tað heldur Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Eitt, hann hugsar um í hesum sambandi, er gjaldið, fólk skulu rinda fyri at fáa tinglisið eina ogn.
Bjørn Kalsø vísir á, at í 2008, tvífaldaði CHE samgongan tinglýsingagjaldið og nú hendan CEF samgongan hevur tikið við, hevur hon enn einaferð givið tinglýsingagjaldinum "eitt trivaligt gypp uppeftir". sum hann tekur til.
Hann sipar til, at núverandi samgonga hevir hækkað tinglýsingagjaldið, og vil Bjørn Kalsø hava at vita frá Kristinu Háfoss, hvussu nógv hon væntar, at landskassin fer at fáa meiri inn í tinglýsingagjaldið í ár, afturímóti í fjør.
Samstundis vil hann hava at vita, hvussu nógv av meirinntøkuni stavar frá hækkingini, samgongan hevur sett í gildi, og hann vil eisini hava at vita um ætlanir eru um enn fleiri hækkingar.
Bjørn Kalsø sigur, at nú almennu útleiðsurnar "spola avstað", hava samgonguflokkarnir lagt eina røð av eyka avgjøldum á borgarar og vinnulív í eini roynd at fíggja ein part av útreiðslugildinum, sum hann tekur til.
Og ein av hesum avgjøldum er at hækka tinglýsingagjaldið. og nú árið er hálvrunnið, vil hann hava at vita, hvussu nógv, tað hevur givið.