Tey senda okkum í deyðan

Heimsins størsta flóttafólkalega, Dadaab í Kenja, verður nú afturlatin av kenjanska herinum. Íbúgvarnir, mangir av teimum hava búð har alt lívið, óttast tað ringasta.

277.000 fólk búgva í Dadaab, heimsins størstu flóttafólkalegu. 261.000 teirra koma úr Somalia, sum hevur verið rakt av borgarakríggi og anarki síðani nítiárini. 

 

Nú hevur kenjanska stjórnin avgjørt at flóttafólkalegan skal lata aftur. Tað er óttin fyri somalsku flóttafólkunum, sum ger, at kenjanskir politikkarar nú royna at vinna nakrar atkvøður til komandi valið, við at fara heldur harðliga fram móti flóttafólkunum. 

 

Kenjanska stjórnin vil vera við, at flóttafólkalegan er eitt reiður hjá somaliska yvirgangsfelagsskapinum al-Shabaab. Fleiri ógvuslig yvirgangsálop eru framd í Kenja seinastu árini.

 

Men hvar skulu hesi 277.000 fólkini fara? Sambært felagsskapinum Læknar Uttan Landamørk, óttast meirilutin av teimum spurdu, at tað er ein stórur møguleiki fyri at tey verða noydd upp í vápnaðar bólkar, tá tey fara aftur til Somalia. Heili 97 prosent óttast, at fólk fara at gera seg inn á tey seksuelt, tá tey koma heimaftur.

 

Flestu vænta tí, at tey leggja leiðina víðari, inn í okkurt triðja land, og í Libýa óttast tey, at tað fer at økja um flóttafólkastreymin norður eftir, móti Evropa. Sambært Læknum Uttan Landamørk verður avleiðingin, at hetta skapar eina heilt nýggja humanitera neyðstøðu. Longu nú eru nýggjar legur sprettar, men uttan skipan ella yvirlit av nøkrum slag. Tá verður lívið hjá øllum pørtum vandamiklari.