Hóast føroyski búskapurin er vaksin við tí rúkandi ferð, so er elnýtslan ikki vaksin líka nógv. Verri enn so. Í ársroknskapinum hjá elfelagnum stendur at lesa, at føroyski búskapurin vaks við 41,9 prosentum í tíðarskeiðnum 1994-1999, men elnýtslan vaks bert 14,8 prosent sama tiðarskeið.
- Tað tykist, sum økta virksemið i fiski- og alivinnuni ávirkar aðrar vinnur og privatu nýtsluna við eini ávísari tíðarskjóting soleiðis,at vøksturin í elnýtsluni kemur seinni, sigur leiðslan í SEV í ársfrágreiðingini.
Og veruleikin at meginparturin av vøkstrinum fyri tíðarskeiðið 1994 til 1999 stavar frá teimum seinastu trimum árunum, sigur SEV.
Annars mælir SEV til búskaparligt varsemið í Føroyum. Í ársfrágreiðingini verður staðfest, at búskaparvøksturin nú byggir á sunnari grundarlag enn framburðurin í áttatiárunum gjørdi, men kortini er neyðugt at vera varin tá framtíðarætlanir skulu leggjst. - Avlopið í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi, er enn ikki nóg stórt til, at vinnan sjálv klárar at gera íløgur í endurnýggiung, sigur SEV.
Búskapurin er einstáttaður og tí eisini viðbrekin mótvegis prísum og nøgdum. Higartil er prísurin bara farin uppeftir, men SEV staðfestir, at ein slík príshækking, ikki kann halda fram. Tí er ikki hugsandi, at búskaparvøksturin verður eins stórur og hann hevur verið seinastu árini, uttan so, at alment virksemi fer at halda vøkstrinum upp eina tíð.










