Tórbjørn Jacobsen var framsøgumaður hjá Tjóðveldisflokkinum, tá málið var í tinginum í fjør. Hann atkvøddi fyri uppskotinum, og hevur so seint sum í farnu viku segði hann við Sosialin, at hann eisini hesaferð fer at atkvøða fyri, at tey samkyndu verða vard av revsilógini. Men nú er Tórbjørn Jacobsen av álvara farin at umhugsað, um tað nú er rætt av honum at atkvøða fyri uppskotinum.
– Hetta snýr seg um eina áseting av lógarverju í revsilógini, um at verja ein minnilutabólk ímóti diskriminering. Men soleiðis sum málið hevur útviklað seg, eri eg so mikið lítið sannførdur, at atkvøðan kann fara báðar vegir, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann harmast almikið um tað gongd, málið eftir hansara tykki hevur fingið.
– Frá at vera ein lógartekniskur spurningur er hetta vorðin til ein spurningur um nøkur so grundleggjandi virði, heldur Tórbjørn Jacobsen.
Kapprenning um atkvøður
Og Tórbjørn Jacobsen er rættiliga bersøgin í sínari eygleiðing av málinum.
– Mín fatan er hon, at hetta hevur flutt seg frá at vera ein spurningur um lógarverju av einum minnilutabólki til kyniska atkvøðuspekulatión, har tveir mótpolar skúma fram móti málinum um at fáa flestar atkvøður burtur úr hesum til komandi løgtingsval, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum vísir beinleiðis til Jenis av Rana og tað, sum hann rópar høvuðsstaðarpolitikarar.
– Málið hevur flutt seg frá hjartanum og upp í høvdið, staðfestir hann.
Uppskotið fellur
Tjóðveldistinglimurin sigur, at ein beinleiðis avleiðing av, at málið er farið so langt út av sporinum er, at uppskotið fellir.
– Mín eygleiðing av gongdini er, at málið fellur, tí uppskotsstillararnir lótu seg draga frá kjarnuni í málinum, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum eisini sigur, at tað ikki bert er ein eygleiðing frá hansara síðu, men ein staðfesting.
Atkvøðuspekulatión
Sum áður nevnt, so heldur Tórbjørn Jacobsen, at hetta lógartekniska málið hevur flutt seg til at verða eina kapprenning um atkvøður. Men spurdur um hetta ikki er stemmufiskarí frá hansara síðu, nú hann brádliga kemur við so ógvusligum útsagnum, so svarar Tórbjørn noktandi.
– Nei, tað er tað ikki. Eg eri altíð er klárur at stuðla undir lógum, sum verja minnilutaskipanir, men hetta málið hevur flutt seg frá hjartanum og upp í høvdið á fleiri, og nú verða tey samkyndu og teirra samhugafólk misnýtt fyri at fáa atkvøður.
– Eg vil bara hava, at man í politiskum viðurskiftum arbeiðir við opnum kortum, men tað er ikki støðan her. Hetta er ein kapprenning eftir atkvøðum til komandi løgtingsval, sum skal tryggja hesum eina tilveru sum breyðpolitikarar, staðfestir tjóðveldistinglimurin, Tórbjørn Jacobsen.









