Fordøming?!?
Spurningurin um fordøming tykist verða tann, ið nívir mest. Eg vil siga heilt greitt, at eg upp á ongan máta fordømi tey samkyndu, men eg taki ikki undir við samkynda liviháttinum, og fari ongantíð at gera tað. Vit eiga at elska okkara næsta, men tað er ikki tað sama sum at siga at vit elska alt tað, ið næsti okkara ger.
Í 3. Mósebók kap. 18 og 20 verður sagt, at tað er deyðarevsing fyri samkynd. Tað var galdandi tá. Í nýggja testamenti lesa vit t.d. um kvinnuna, ið var tikin í hori; hon skuldi steinast til deyða (tað kravdi lógin jú), men Jesus sjálvur segði: Heldur ikki eg dømi teg, far avstað og synda ikki longur. Legg merki til boðini, hon fekk fyrigeving ella henni varð víst náði, men gloym ikki, at hon skuldi ikki halda áfram við tí hon annars skuldi dømast fyri.
Vit síggja her, at nú var náðin komin í staðin fyri lógina.
Bíblian sigur eisini beinleiðis í Rom. kap. 6, at vit skulu ikki halda áfram í syndini, fyri á tann hátt fáa enn størri náði. Minni enn so! Tá vit síggja at vit hava fingið fyrigeving, vilja vit ikki, við vilja, halda áfram við somu synd. Tað er at halda tann, ið fyrigevur, fyri tað turra spott.
Tá náðitíðin nú er komin, skuldi ein trú, at eingi boð eru um at halda nakra lóg longur. Nei, tvørturímóti verður stórur dentur lagdur á at liva eitt reint lýtaleyst lív. Eisini verður í nýggja testamenti sagt nakað um samkynd, og fyri tað eisini um at dríva hor. Í Rom. kap. 1 og 1. Kor. kap. 9, verður harðliga funnist at hesum. Tað verður kallað fyri nakað viðurstyggiligt. Tað verður enntá farið so langt, at funnist verður eisini at teimum, ið halda við teimum Rom. kap. 1.32.
Samanumtikið vil eg siga, at eg fordømi ongan, men eg kann eisini viðganga, at eg fordømi samkyndan livihátt.
Vernd av minnilutum
Tey samkyndu vilja vera við, at tey eru ein minniluti, ið hava ein demokratiskan rætt til at fáa viðurkenning, men hava tað ikki.
Tey vildu eisini føra fram, at tey fingu eina dygga undirtøku í bløðunum herfyri, tá 323 fólk í og uttan fyri Føroyar høvdu sett navn sítt undir eina yvirlýsing til frama fyri skrásettum paralag fyri tey samkyndu.
Eg eri fullvísur í, at um farið var at savna undirskriftir ímóti skrásettum paralag til samkynd, hevði undirtøkan verðið 10-tals ferðir størri.
Og tá kunnu vit siga, at tað er ikki ein demokratiskur rættur longur, tí tað er júst tað, sum er ein partur av demokratinum, at meirlutin vinnur.
So kann spurningurin, um tað er moralskt rætt at verja ein minniluta sum hendan. Til tað vil eg svara, at tað vildi júst verið ómoralskt, tí talan er um beinleiðis ómoral.
Tey siga eisini, at tey kenna seg at verða forfylgd.
Vit kunnu spyrja hví? Jú tey hava ein atburð, ið beinleiðis verður nevnt sum lógarbrot/synd í Bíbliuni. Tey hava helst ringa samvitsku, og ístaðin fyri at taka annað skinn um bak, royna tey at fáa henda trend legaliseraðan. Eisini tí at tað nú er IN at vera samkyndur.
Tey vísa á, at í øðrum londum er hetta legaliserað við tað, at tað er revsivert at hava at fólkið vegna politiska, átrúnaðarliga ella kynsliga áskoðan.
Men hvat er tað sum er hent í hesum málið.
Tá man hevur fingið tað kynsliga við í omanfyrinevnda bólk, er man á veg inn á ein álvarsaman glíðiskala. Mær kemur til hugs sangin hjá Rasmus Effersøe, har seyðafylgi- fylgdi eftir slóðaranum, og fór fyri bakka.
Hvar er markið fyri kynsliga áskoðan? Nær fer man út av bakkanum?
Verður tað næsta, at tey pedofilu skulu hava almenna viðurkenning?
Skulu tey, ið hava kynsligan umgang við djór kunna fara í skrásett parlag við t.d. ein hund?
Eg meini so við, hvat verður tað næsta? Nær og hvar skal nakað mark setast?
Avleiðingar
Um vit taka málið í álvara, so kunnu vit hyggja eftir hvat hendir í grannalondum okkara. Í Svøríki verður bannað at prenta tilfar, ið revsar minnilutar, herundir samkynd. Tað hevur eisini við sær at Bíblian ikki kann prentast longur.
Vit kunnu nú spyrja, hvat er meira vert at verja, er tað ein avsporaður minniluti ella skrivifrælsið í síni heild.
Vit síggja her, at tað er tað heilt grundleggjandi í samfelagsskipan okkara, sum er til umrøðu. Vilja vit halda fast við okkara kristna siðaarv, ella er tað júst meiningin at fáa hann burtur!