- Tey órudda ræðuliga illa

Fyri at festivalurin kann vera reinur og nostligur, er tað týdningarmikið við góðum uppruddingarfólki.

 

Rakul Eyvindsdóttir og Óluva Tvørfoss av Argjum eru tvær av teimum, sum taka ruskið upp eftir fólki.

 

- Vit ganga runt á øllum festivaløkinum og taka rusk upp og tøma ruskspannir, sigur Óluva, sum eisini var uppruddingarfólk í fjør.

 

- Arbeiðstíðirnar hjá okkum eru 4 tímar hvørja ferð tríggjar ferðir, so tilsamans arbeiða vit í 12 tímar, sigur Rakul.

 

At rudda upp eftir fólki er kanska ikki heimsins mest spennandi uppgáva, men sambært gentunum er tað heilt fínasta slag.

 

- Vit kunnu jú lurta eftir tónleiki samstundis, og vit møta nógvum fólki, sigur Rakul.

 

Fólk óruddar, og tey órudda illa.

 

- Gjáramorgunin skuldu vit ganga runt á tjaldingarøkinum og rudda. Tey høvdu óruddað ræðuliga illa, og har fleyt við ruski, sum var upp í fleiri, fleiri posar, sigur