? Eg haldi ikki, at tað er rætt at skerja fólkapensjónina. Hon er so lág, sum hon er, sigur Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum í viðmerking til fíggjarlógaruppskotið. Heldur ikki hann hevur havt stundir at sett seg so væl inn í tað, men kagað í tað hevur hann.
? Fólkapensjón er hóast alt ikki tann heilt stóri parturin av fíggjarlógini - umleið ein triðingur av almannaverkinum, vísir hann á. ? Tað at fólk sjálv spara eitt sindur eyka saman, eitt nú arbeiðsmenn í Havn, tað eigur ikki at føra til, at teir skulu verða revsaðir við at skarvað verður burtur av tí lítlu fólkapensjónini - hetta kann eisini føra til, at hugurin at savna eitt sindur saman viðsíðuna av minkar, heldur Finnbogi Ísakson.
? Eg síggi eisini, at 40 mió eru settar av til vinnuliga lóggáva, men eg veit ikki hvat tað er. Men er tað bara nýggju studningspolitikkur, so haldi eg tað vera ivasamt.
Finnbogi Ísakson heldur tað ikki vera gott tekin, at sparingin á fíggjarlógini verður framd við at revsa fólkapensjónistar.
? Men vøksturin í almennu umsitingini, sum serliga Fólkaflokkurin skuldi skerja, hann heldur bara fram. Eg dugi tí ikki rættuliga at síggja, at tað er nakar miðvísur politikkur hjá teimum, men tað tykist sum um teir vilja lívga um tey, sum eru betur fyri í samfelagnum, meðan tey veiku skulu hava tað uppaftur verri, sigur Finnbogi Ísakson.