Tey við miðal inntøku, millum 250.000 og 600.000 krónur geva honum skotsmálið 6,0, meðan te, sum tjena undir 250.000 krónur geva honum skotsmálið 6,2.
Tá spurt verður um flatskattin, so er munurin eyðsýndari: Tey við hægstu inntøkunum geva ætlanini við flatskattinum skotsmálið 5,6, meðan tey við miðalinntøku og lægstu inntøkunum geva ætlanini skotsmálið ávikavist 3,5 og 3,2.
Viðvíkjandi málinum um at fáa hægri blokkstuðul úr Danmark, so er munurin á inntøkum ikki eins eyðsýndur.
Tey við teimum lægstu inntøkunum geva teirri ætlanini skotsmálið 4,7, meðan hægstu inntøkurnar geva 4,6.
Samgongan sum heild fær eisini hægst skotsmálið frá teimum við teimum hægru inntøkunum. Tey geva samgonguni skotsmálið 5,0, men hini geva henni 4,4.