Seinni í dag fer Løgtingið at viðgera eitt uppskot um eina javna inntøkurnar ímillum kommunurnar í Føroyum. Men tað letur seg ikki gera uttan at taka frá teimum kommunum, sum hava mest og geva teimum, sum hava minst Tjóðveldisflokkurin vil nú hava, at ein skipan verður sett í verk, har inntøkurnar verða javnaðar ímillum kommunurnar í Føroyum.
Og tann spurningin fer Løgtingið at viðgera seinni í dag.
Tjóðveldisflokkurin staðfestir, at renslið ímóti Havnini og miðstaðarøkinum er øgiligt
- Móti styrkini hjá kapitalinum, miðsavningini og stóru politisku styrkini, hava ytru økini í landinum ikki orku til at stríðast móti yvirvaldinum.
Flokkurin sigur, at ein tann mest avgerandi fortreytin fyri trivnaði runt um í landinum, er fíggjarligi førleikin hjá kommununum til at skapa trivnað.
Tí heldur hann, at tað er neyðugt at seta eina inntøkujavning ímillum kommunurnar, í verk.
- Endamálið er fyrst og fremst at javna inntøkurnar hjá kommununum við bestu fortreytunum og inntøkumøguleikunum, við inntøkurnar hjá teimum kommunum, sum hava verri fortreytir.
Flokkurin sigur, at í hesum føri kunnu fortreytirnar vera: Ójavni í aldursbýtinum og fólkasamanseting, alment tænastuútboð, koncentratión av almennum fiskiloyvum, fjarstøða til miðstaðin, gomul skuldarbyrða, landafrøðilig staðseting og vinnumøguleikar.
- Tað er einki yvir at dylja, at hóast væl lægri skattatrýst, eru tað ávísar kommunur, sum kunnu bjóða sínum borgarum tænastur fyri tríggjar ferðir so nógvar kommunalar skattakrónur, sum aðrar kommunur.
Tjóðveldisflokkurin staðfestir eisini, at ein inntøkujavning ikki letur seg gera uttan at taka ella flyta frá teimum kommunum, sum hava mest, til tær, sum hava minst.
- Vil ein ikki viðurkenna tann veruleikan, er ikki annað at gera enn at staðfesta, at kommunubygnaðurin verður meira og meira avskeplaður við sera ymiskum tænastustøði til borgarar í sama landi. Alt annað er uttanumtos.
Flokkurin heldur, at tað er nattúrligt, at vit samstundis varpa ljós á, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Føroyum.
- Spurningurin um, hvussu samlaði kommunali búskapurin og búskaparpolitikkur landsins samvirka, er eisini týdningarmikil táttur í kjakinum,sigur Tjóðveldisflokkurin.