Tey ríku gerast ríkari

Meðan fíggjarkreppan leikar á kring heimin, sita vit føroyingar hampuliga væl fyri og skoða gongdini aðrastaðni. – Men vit merkja eisini at renturnar fara upp. Tey sum eiga pengar inni, verða betri fyri, og tey sum skylda nógv, verða verri fyri, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa

Næstan dag um dag fara bankar kring heimin av knóranum, verða bjargaðir av stjórnini í landinum ella verða lagdir saman við aðrar bankar. Kreppan á altjóða fíggjarmarknaðinum krevur nú veruliga síni offur. Men samstundis kunnu vit enn sita trygg í stólinum heima í Føroyum og fylgja við tí, sum fer fram í útheiminum.

- Eg haldi at tað virkar eitt sindur óveruligt at vera vitni til tað, sum hendir úti í heimi, eitt nú í USA og Íslandi, og so sita heima í Føroyum, har tingini koyra næstan sum vanligt, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.


Fyrimunur at eiga nógv inni

Eyðfinn Reyðberg ásannar tó, at altjóða fíggjarkreppan hóast alt eisini merkist í Føroyum.

- Vit merkja tað at rentan fer upp í báðum endum. Hetta ger so, at tey sum eiga nógvan pening inni, verða betri fyri, meðan tey, sum skylda, verða verri fyri, vísir Eyðfinn Reyðberg á.

Ein av høvuðsorsøkunum til at Norðoya Sparikassi ikki merkir tað heilt stóra til fíggjarkreppuna er, at teir eru ein lítil fíggjarstovnur, og so tað at teir hava ikki verið so nógv í útlondunum eftir fígging, sum aðrir stovnar kanska hava.

- Vit hava heintað pengarnar á heimliga marknaðinum við ymiskum kontotilboðum, sum eitt nú »1’arin« og øðrum tilboðum. Vit hava eisini eitt sindur av fígging úr útlondum, men í høvuðsheitum hava vit fíggja útlánini við at heinta pening av heimliga marknaðinum, og tí verða vit ikki so ógvusliga ávirkaði av fíggjarkreppuni, greiðir Eyðfinn Reyðberg frá.



Føroyingar betri fyri enn danir

Sambært Eyðfinn Reyðberg er tann privati føroyingurin sum heild betri fyri enn tann privati danin, nú tá fíggjarkrepan rakar. Í fleiri ár hava danir í stórum tali lagt um til avdráttarfrí lán, har teir kunnu sleppa undan at gjalda avdráttir í styttri ella longri tíðarskeið, umframt at teir hava lænt uppá frívirðið í húsunum. Teir hava basera teirra økonomi uppá hesi lánini, og nú tá fíggjarkreppan rakar, eru knappliga allir møguleikar nýttir, sum annars kundu verðið nýttir í verri tíðum.

- Men tíbetur eru fáir føroyingar, sum hava basera teirra økonomi uppá avdráttarfrí lán. Hetta merkir at tann privati føroyingurin hevur nakrar møguleikar, sum danskarir ikki hava longur, um endarnir ikki heilt røkka saman, vísir Eyðfinn Reyðberg



Solda ringu bankarnar frá

Fríggjadagin í farnu viku samtykti Tjóðbankin, sum liður í eini ætlan at geva fíggjarstovnum meira rásarúm, at fíggarstovnar nú kunnu læna pening úr Tjóðbankanum uppá tað yvirskotið av solvensi, sum teir hava.

Lógarfesta solvenskravið er átta prosent, og við einum buffara á eitt prosent, so merkir hetta at bankar kunnu læna uppá allan solvensin, sum teir hava yvir níggju prosent.

Norðoya Sparikassi hevur ein solvens uppá umleið 18 prosent, og hetta merkir at hann kann læna pening úr Tjóðbankanum upp til umleið 175 milliónir krónur, skuldi hann fingið trupulleikar við fíggingini.

- Hetta er fyrstu ferð í søguni at sovlensurin kann nýtast til annað enn bara at breggja sær við. Samstundis er hetta við til at solda teir góðu frá teimum ringu bankunum, tí fleiri bankar hava ikki meir enn akkurát tann solvensin, sum er lógarfestur, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.

Sostatt hevur Norðoya Sparikassi fleiri møguleikar at halda virksemið koyrandi, skuldu trupulleikar stungið seg upp.