Tá tingfólk skifta flokk, so plaga tey at fara upp í Javnaðarflokkin. Men Poul Michelsen hevur ikki tikið støðu til, um hann fer upp í annan flokk.
Tað var í gjár, at Poul Michelsen boðaði frá, at hann hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum. Eitt av málunum, hann nevndi sum ein trupulleika hjá Fólkaflokkinum, var ríkisrættarliga støðan, og hann er ofta kallaður »tjóðveldismaðurin í Fólkaflokkinum«. Men Poul Michelsen sigur, at nógv onnur mál eru, sum hann ikki er samdur við Tjóðveldi um.
Seinastu árini hava fleiri tingfólk skift flokk. Í 1998 fóru Kristian Magnussen og Karl Robert Johansen úr Verkamannafylkingini og fóru upp í Javnaðarflokkin. Í 2002 fór Helena Dam á Neystabø úr Sjálvstýrisflokkinum og meldaði seg upp í Javnaðarflokkin. Valfelagið hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy vildi kortini ikki hava hana á listan, men tað slapp hon so til løgtingsvalið í 2004, men hon varð ikki vald á ting ta ferðina. Men tað var hon í 2008. Í 2004 fór Heðin Mortensen, sum bleiv borgarstjóri í Havn, úr Sambandsflokkinum og upp í Javnaðarflokkin.
Í 2006 fór Karsten Hansen úr Tjóðveldinum og meldaði seg upp í Miðflokkin - og varð fyrstvaldur fyri flokkin á valinum í 2008.
Hvussu leikur fer við Poul Michelsen er ikki gott at vita. Men eygleiðarar tykjast samdir um, at hann IKKI endar í Javnaðarflokkinum. Um hann endar í Tjóðveldinum, fer so tíðin at vísa. Men Poul Michelsen er væl plantaður á høgraveinginum í føroyskum politikki. Hann er fullveldismaður um ein háls, og tí vil Høgni Hoydal fegin hava hann upp í Tjóðveldi.










