38 krónur um mánaðin!
Hetta er skattalættin, sum ein fyritíðarpensjónistur við lægstu pensjón fær um mánaðin tilsamans.
Landsfelagið hjá pensjónstum hevur biðið Almannamálaráðið útgreinað, hvussu stóran skattalætta, ymsir bólkar av pensjónistum fáa, nú skipanin við fløtum skatti varð sett í gildi á nýggjárinum.
Ingrid Henriksen, sum er ráðgevari hjá felgagnum sigur, at úrslitið er nívandi.
Útrokningin hjá almannamálaráðnum vísir, at tann bólkurin í samfelagnum, sum er allar ringast fyri av øllum, fær bara 38 krónur um mánaðin í skattalætta tilsamans.
Her er talan um stakar fyritíðarpensjónistar við lægstu pensjón.
Sjávur skattalættin er eitt sindur størri, men tá ið tað verður talt upp í, at gjaldið til Heilsutrygd hækkar samstundis, fær hesin bólkurin bara ein lætta upp á 38 krónur um mánaðin.
Hetta er ein bólkur, sum annars rindar 1.670 krónur í skatti um mánaðin og tá ið avtornar hava tey bara 8.037 krónur um mánaðin eftir at liva fyri.
Ein giftur fyritíðarpensjónistur við lægstu pensjón, fær ein skattalætta upp á 69 krónur um mánaðin og hevur 6.515 krónur at liva fyri um mánaðin.
Tilsamans eru 339 fyritíðarpensjónistar í Føroyum við lægstu pensjón.
Ein stakur fyritíðarpensjónstur við miðal pensjón, fær ein lætta upp á 91 krónur og ein giftur sleppur 120 krónur lættari.
Fyritíðarpensjónistarnir við lægstu pensjón eru tilsamans 715 í tali.
Ein stakur fyritíðarpensjónistur við hægstu pensjón, fær ein lætta upp á 14 krónur um mánaðin og ein giftur fær ein lætta upp á 48 krónur.
Og at enda kunnu vit taka ein stakan fólkapensjónist og hann fær 179 krónur burtur úr skattalættanum um mánaðin og ein giftur fær 228 krónur.
Hugstoytt niðurstøða
Ingrid Henriksen sigur, at úrslitið er serliga hugstoytt, tá ið hugsað verður um, at sum støðan er nú, liva fleiri av hesum bólkum í lutfalsligum fátækraváða soleiðis, sum ES nágreinar hugtakið.
Hetta ger seg galdandi fyri bæði stakar fólkapensjónistar, miðal fyritíðarpensjón og fyritíðarpensjónistar við lægstu pensjón.
- Yvirlitið hjá Almannamálaráðnum vísir, at bæði fyritíðarpensjónistar við miðal og lægsta pensjón hava minni at liva fyri enn fólkapensjónistar fáa.
Ráðgevarin hjá pensjónistunum minnist eisini, at tá ið pensjónslógin varð endurskoðað fyri einum 14 árum síðani søgdu bæði Almannastovan og fleiri politikarar, at lægsta avlamispensjón og fyritíðarpensjón mátti ongantíð vera lægri enn fólkapensjónin.
- Men nú eru vit í eini støðu, har bæði miðal fyritíðar pensjón og lægsta fyritíðarpensjón eru lægri enn tað, fólkapensjónistar fáa.
- Sostatt má staðfestast, at fyritíðarpensjónirnar eru dragnaðar afturúr í mun til fólkapensjónina og samhaldsfasta og tí eigur politiski myndugleikin at síggja tað sum eina av sínum fremstu uppgávum at dagføra tær beinanvegin.
Talvan vísir, hvussu nógv, fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar hava at liva fyri um mánaðin, tá ið skattur og Heilsutrygd eru goldin og, hvussu stóran lætta tey fáa um mánaðin, nú flatskatturin varð settur í verk, men Heilsutrygd hækkaði samstundis.
Her er talan um pensjónistar, sum ikki hava aðra inntøku enn pensjón.
Grundarlagið er eitt miðal kommunuskattaprosent fyri 2011, sum er 21,43%. Men Almannamálaráðið sigur, at tað hevur ongan týdning um roknað verður eftir hægsta ella lægsta kommunuskatti. Verður hægsta kommunuskattaprosent upp á 23,5% brúkt, lækkar munurin bara eina krónu fyri støk og tvær krónur fyri gift.
Høvuðsstabbin vísir, hvussu nógv, pensjónistarnir hava at liva fyri um mánaðin og ovasti toppurin vísir, hvussu stóran lætta teir fáa, nú skatturin er lækkaður, men Heilsutrygd hækkaði aftur ímóti