Í løtuni eru umleið 7.000 hjálparfólk í Darfur. Tey hava nóg mikið av mati, heilivági og aðrari útgerð til at hjálpa teimum neyðstøddu flóttafólkunum, men áhaldandi álop gera, at tey verða kanska noydd at gevast við hjálpararbeiðinum.
Felagsskapurin Læknar Uttan Landamark hevur umleið 200 læknar og onnur úr fleiri londum í Darfur, men tey arbeiða undir sera ótryggum viðurskiftum. Tað hendir meiri enn so, at tey somu flóttafólkini verða álopin tvær ferðir um vikuna, so tey noyðast at flýggja. Tað ger, at tað er sera trupult hjá hjálpar-fólkunum at veita teimum ta neyðugu hjálpina, sigur felagsskapurin.
Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch gevur sudansku stjórnini skyldina av, at ágangurin ímóti flóttafólkunum stendur við. HRW sigur, at stjórnin styðjar tey arabisku Janjaweed-álopsliðini, og at stjórnarhermenn ofta taka lut í álopunum.
- Vit hava dømi um, at stjórnarhermenn hava tikið lut í hópmorðum, sett eld á bygdir og noytt fólk at flýggja frá húsi og heimi, sigur Human Rights Watch.