Tey óndu!

Tá stuðul varð latin til eina Ph.D.verkætlan um gøtunøvn, kom øði í ein tinglim. Av Løgtingsins røðarapalli gav hann sína hjartans meining til kennar um bæði hesa verkætlan og gransking yvirhøvur. Í farnu viku gav ein annar tinglimur ilt av sær um stuðul til mentan í Føroyum. Hann segði sjálvur, at hann var óndur!
Nú hevur kjakið gingið í fleiri dagar, tíðum rættiliga kensluborið og subjektivt, eitt stríð millum tey góðu og tey óndu, heldur onkur. Slíkar negativar søgur tendra okkum á onkran hátt. Miðlar bera gleðiliga og skjótt søgur um óndar – ónøgdar - tinglimir. Fólk øsa seg upp í sosialu miðlunum. Søgurnar er einfaldar hjá miðlunum at bera, tær fortelja næstan seg sjálva og fáa skjótt egið lív.
Hóast fleiri kasta seg útí ella glaðbeint fylgja við í kjakinum, kann tað kennast sum at hava etið ein stóran bommpakka: Hugaligt, meðan tú át, men aftaná er lætt at sita við kensluni av, at hatta helst var betri ógjørt.
Hugdu vit ístaðin afturum óstortligu úttalilsini og kensluliga kjakið, at skipanunum handan tað, teir viðmerkja, so er eitt felags eyðkenni, at teir so ella so seta spurnartekin við, um tað almenna skal játta pening til gransking og mentan, og hvørt tað eru tey røttu, sum fáa stuðul. Tað fyrra, sjálva stuðulsskipanina, hava teir ábyrgd av, og eru teir ónøgdir við tað seinna, so er tað tí, at skipanin ikki virkar soleiðis sum teir vilja hava tað – um teir ynskja hana yvirhøvur.
Løgtingslimir hava ábyrgd av at seta karmar fyri almenna stuðlinum til gransking og mentan. Teir eru við til at avgera, um eitt økið skal stuðlast, hvør skal meta um, hvat er vert at stuðla, hvussu hetta kann gerast og hvussu stór játtan skal vera tøk. Teir gera ikki av, hvør ítøkiliga skal stuðlast, hetta hoyrir undir týdningarmikla arms-longd prinsippið . Eru teir ónøgdir við, hvussu skipanin virkar, kunnu teir harta tey, sum umsita skipanina, um tey ikki fylgja ásettu reglunum, í øðrum lagi kunnu teir royna at broyta skipanina, um tað verður mett neyðugt. Tað er púra burturvið, órímiligt og óneyðugt at leggja eftir eini ítøkiligari verkætlan. Tey, sum hava fingið stuðul, hava fingið tað uppá eina umsókn, sum onnur hava tikið støðu til. Avgerðin liggur hjá játtandi myndugleikanum, ikki stuðulsmóttakaranum.
Tá ein tinglimur gerst óndur, er høvi hjá hinum 32 at hugsa um og gera vart við, hvørt teir samdir ella ósamdir. Politikarar hava eins og tey, sum eru sett at vara av stuðulsskipanunum, ábyrgd av at tryggja, at fólk hava álit á, at skipanin verður væl umsitin. Tey, sum skipanin er ætlað at stuðla, skulu hava javnbjóðis møguleika at halda seg framat. Øll mugu kenna seg vís í, at umsóknir vera viðfarnar virðiliga, og at stuðulin verður býttur rímiliga. Tað er neyðugt at skjalprógva, hvat stuðulin varð brúktur til og um tað spurdist burturúr, sum ætlanin var. Hetta kann og skal alt tryggjast við reglum og mannagongdum. Hesar skulu politiska skipanin og tey, sum umsita hana, gera. Tey, sum fáa stuðul, skulu gera tað, sum tey hava lovað, og svarað fyri tí yvirfyri játtandi myndugleikanum, ikki løgtingslimum.
Tá onkur tinglimur verður óndur um eina skipan, er tað eitt gylt høvi hjá øllum avvarðandi at gera eitt veruleikatjekk: Er hetta “bara” politiskt rumbul fyri at tekkjast einum ávísum veljaraskara, ella treingir skipanin til eina yvirháling. Tað skal vera væl vorið, um ikki okkurt kann gerast enn betur.