Tey næstbestu kappast

StÍF og Neistin skulu gera av, hvørt tað verða eitt ella trý lið, sum leggja seg næst Kyndli

Hondbóltur

Annað umfarið á rað verður tað Neistin, sum er partur av mest avgerandi dystinum í bestu mansdeildini í hondbólti. Hetta tá teir fara til Skála at spæla dyst móti StÍF.
Sum støðan er í deildini, so verður tað hesin dysturin, sum ger av, hvørji lið skulu leggja seg næst at Kyndli. Verður tað Neistin, sum stendur sum vinnari, so verða teir saman við StÍF og VÍF javnir á øðrum plássinum. Verður tað hinvegin StÍF, sum heldur stigunum, so verða tað teir, sum leggja seg á annað plássið, meðan Vestmenningar og Neistamenn so leggja seg á teir báðar næstu sessirnar.

Tvær grannauppgerðir
Alt hetta treytar tó, at VÍF vinnur sín dyst. Á pappírinum er heldur einki at ivast í, at VÍF eru favorittar móti KÍF, men teir skulu nokk vara sær fyri at taka alt ov lætt upp á uppgávuna.
Fyrst og fremst, so er talan um grannauppgerð, og bara tað í sjálvum sær hevur ofta við sær, at dystirnir verða væl tættari enn tað, sum stigatalvan annars boðar frá. Ein sannroynd, sum eisini VÍF hevur merkt.
Hartil kemur so tað, at kollfirðingar veruliga hava lyft spælið seinastu vikuna. Fyrst við einum púra óvæntaðum sigri á Neistanum, og síðani vóru teir um reppið at endurtaka hetta, tá StÍF var mótstøðuliðið mikukvøldið. Móti júst vestmenningunum er einki at ivast í, at kollfirðingarnir kanska eru eyka uppsettir, og tí bendir nógv á, at talan verður um alt annað enn lætta uppgávu hjá VÍF.
Løtt er uppgávan heldur ikki hjá Kyndli, hóast talan er um dyst millum fremsta og aftasta liðið í deildini. Í øllum førum hevur einasta tapið hjá Kyndli í kappingini verið fyri júst hoyvíkingunum, og tað er so púrasta víst, at teir í árstalsfelagnum heldur enn fegnir vilja endurtaka tann sigurin.
Tað skert tó ikki burtur, at júst tann dysturin var so nógv tann vánaligasti hjá Kyndli higartil í ár, og tað er einki at ivast í, at leikararnir vilja geva seg heilt nógv, til tess at forða fyri eini endurtøku av hesum. Hvørt tað so fer at eydnast, er ein onnur søga.