Tey minnast málveitsluna á Svangaskarði

Hóast vónbrotið á Svangaskarði fyrr í ár, so er Víkingur stórfavorittur á heimavølli ímóti B68

Bárður á Reynatrøð málverji hjá Víkingi

Tað verður oyggjauppgerð í Sarpugerði klokkan 15. Víkingur fær vitjan av B68. Tá ið Víkingur í 4. umfari var á Toftum endaði tað 3-3. B68 var tríggjar ferðir á odda, men kortini vóru tað víkingarnir, s sum vóru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku.

 

Víkingur er á fjórða plássi við 20 stigum, og B68 er á sætta plássi við 10 stigum. Tí er heimaliðið í Sarpugerði greiður favorittur í dag.

 

Tá ið Víkingur mikukvøldið tapti 2-0 á heimavølli ímóti HB, var tað enn einaferð sjón fyri søgn, at tað gongur illa at skjóta mál. Størsta møguleikan fekk Sølvi Vatnhamar, men hann misnýtti brotsspark.

 

Longu í fimta minutti mikukvøldið varð vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson noyddur at fara av vøllinum, og hann verður neyvan førur fyri at spæla í dag. Ari Olsen varð skiftur inn í hansara stað. Mikukvøldið var Finnur Justinussen, sum leingi hevur verið skaddur, skiftur inn. Í gjár var hann á vøllinum í fyrra hálvleiki, tá ið næstbesta liðið vann 4-1 á heimavølli ímóti HB. Andreas Lava Olsen er framvegis skaddur.

 

­­­Tá ið B68 fyri viku síðani hevði vitjan av B36, endaði tað við 1-0 tapi. Tað vóru toftamenn vónbrotnir um, tí serliga í seinna hálvleiki bjóðaðu teir av álvara av.

 

Sebastian Lau Nielsen er leikbannaður, og Mohamed Samba, Áki Johannesen og Esmar P. Clementsen eru skaddir.   

 

Bárður á Reynatrøð málverji hjá Víkingi