325 fólk hava skrivað undir mótmælisskriv, har framferðin hjá Karsteni Hansen, fíggjarmálaráðharra, harðliga verður átalað. Tey 325 fólkini eru ónøgd um viðmerkingina, ið Karsten Hansen hevði í Degi og Viku fyri stuttum, tá hann segði, at almenn starvsfólk ganga og mala millum húsini í Havn í arbeiðstíðini.
Mótmælisskrivið lá í bussinum uttanfyri Fíggjarmálastýrið og í hølunum hjá Starvsmannafelagnum mánadagin, har høvi var at skriva undir, og í gjár varð farið í Tinganes at handa løgmanni skrivið. Men tá umboðini komu út í Tinganes við skrivinum, vóru allar dyr læstar. Á hurðini til løgmansskrivstovuna hekk eitt annað skriv, ið boðaði frá, at vegna verkfall var avgreiðslan í Tinganesi stongd. Hetta gjørdi, at neyðugt var hjá umboðunum at ganga millum húsini á Tinganesi í Havn, fyri at finna eina opna hurð onkrastaðni. Men ikki var neyðugt at mala so leingi, tí skjótt sást Høgni Hoydal, varaløgmaður, stinga høvdið út gjøgnum dyrnar til løgmansskrivstovuna. Hann boðaði frá, at løgmaður ikki var at hitta, men at hann fegin skuldi taka ímóti skrivinum og handa tað víðari til løgmann.
Skal fáa sømuliga viðgerð
Umboðini fyri mótmælisfólkini søgdu, at tey hildu framferðina hjá Karsteni Hansen vera vanvirðiliga, og hildu ikki, at hon kundi fara óátalað fram við borðinum. Harafturat hildu tey ikki umberingina hjá fíggjarmálaráðharranum í bløðunum vera nóg góða. Tey vístu á, at hann heldur átti at farið aftur í Dag og Viku við eini umbering fyri mistakið.
Mótmælisfólkini siga seg ikki kunna skilja, hvussu samráðingarnar kunna halda áfram við Karsteni Hansen hinumegin borðið, tá hann hevur sýnt starvsfólkum sínum so ósømiligan atburð.
Høgni Hoydal hevði onga stórvegis viðmerking um málið. Hann segði seg ikki hava sæð innslagið, og kundi tískil ikki úttala seg um tað. Men hann helt, at onkur skilagóð frágreiðing átti at verið, ið vísir, at útsøgnin hjá Karsteni Hansen ikki hevur verið meint eins ógvusliga og fólk hava uppfatað hana. Hann segði, at hann skuldi bera løgmanni mótmælisskrivið og lovaði at tað skuldi verða viðgjørt sømuliga.
Útifundur
Tá formella handanin av mótmælisskrivinum var av, gav Høgni Hoydal sær góðar stundir at práta við mótmælisfólkini. Hann helt støðuna vera sera óhepna og vónaði, at samráðingarnar seinni í gjár fóru at føra til eitt úrslit.
Semingsfólkini vístu varaløgmanni á, at tey hildu tað vera eitt sidur øvugt, at fíggjarmálaráðharrin, ið er tjóðveldismaður, ber seg so illa at móti tí arbeiðandi fólkinum, tá nevniliga Tjóðveldisflokkurin ber orð fyri at vera arbeiðaraflokkur.
Høgni Hoydal vísti í hesum sambandi á, at Tjóðveldisflokkurin sanniliga er arbeiðaraflokkur, men at Karsten Hansen umframt at vera tjóðveldismaður eisini er fíggjarmálaráðharri.
Soleiðis varð prátað eina góða løtu aftur og fram, til semingsfólkini leitaðu sær aftur til partamenn sínar, ið spentir sótu í sólini uttanfyri Café Natúr og bíðaðu eftir tíðindum úr Tinganesi.