Síðan koronatíðin byrjaði hevur tað verið ymiskt, hvussu stovnar, fyritøkur og feløg hava tulkað og fyrihildið seg til almennu koronatilmælini. Men vit hava ikki ordiliga enn sæð nakran gera mun á, hvørt mann er koppsettur fyri koronu ella ikki - ella ikki fyrr enn nú í øllum førum.
Hondbóltssamband Føroya boðar nú frá, at tey, ið eru koppsett fyri korona tvær ferðir, sleppa til steypafinalurnar í hondbólti um vikuskiftið.
– Tey, sum eru koppsett tvær ferðir fyri korona, og í minsta lagi átta dagar eru farnir, síðani seinnu koppsetingina, kunnu, við at vísa sítt koppsetingarkort fram, frítt keypa atgongumerki til steypafinalurnar í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum, skrivar HSF.fo.
– Tey skulu tó, eins og allir aðrir áskoðarar, virða mannagongdina um, at allir áskoðarar skulu úr høllini millum dystirnar, skrivar HSF.
Vanligt hevur verið higartil, at mann meldar seg til sum áskoðari, nakað áðrenn dystirnir byrja, tí tað er avmarkað pláss vegna koronu. Men nú ber so til at sleppa undan at melda seg til, um mann væl at merkja er koppsettur tvær ferðir og kann prógva hetta.