Margháttligt er tað. At fjølmiðlarnir ókritiskt bera tíðindi frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, sum eru bygd á villleiðing og rættiliga álvarsliga gambling við rættindum og sjálvsvirðing hjá føroyskum lesandi. Sum skulu heingja eitt partapolitiskt sambandsspjaldur um hálsin á føroyskum lesandi í Danmark. Og sum eru ein uppgerð við møguleikan hjá føroyskum myndugleikum at reka útbúgvingarpolitikk. ??Edmund skal frelsa okkum frá sær sjálvum?Veruleikin í málinum er, at Edmund Joensen nú skal frelsa føroysk lesandi í Danmark frá sær sjálvum.??Edmund Joensen er avgerandi atkvøðan hjá donsku stjórnini. Í fjør gjørdi stjórnin av at skerja tann sonevnda Føroyafrádráttin hjá lesandi føroyingum í Danmark úr 71.000 kr. árliga, niður í 42.900 kr. Og Edmund Joensen atkvøddi fyri. Hesin lestrarfrádráttur hevur annars verið galdandi í 10-tals ár. Við einum pennastroki gjørdi ein føroyskur fólkatingsmaður av at lækka hann – uttan at føroyskir myndugleikar vórðu spurdir ella hoyrdir.??Tí tók undirritaði longu málið upp tann 28. november í fjør, tá eg frætti um ætlanina. Setti tá danska skattamálaráðharranum hendan spurning: “Hvilke politiske overvejelser og aftaler ligger til grund for forslaget om at reducere det såkaldte »Færøfradrag« til nye studerende i 2011, hvilke politiske forhandlinger har der været med færøske myndigheder om sagen, og er forslaget i overensstemmelse med de aftaler, der før er indgået mellem danske og færøske myndigheder om fradragsordningen?”??Ongi rættindi - bert tilvild?Í spurninginum legði eg sjálvandi dent á, at slík ar avgerðir mugu fara fram í samráðing millum danskar og føroyskar myndugleikar. Rættindi hjá lesandi kunnu ikki avgerast við tilvildarligum avgerðum hjá føroyskum fólkatingslimum.??Men danska stjórnin og Edmund Joensen samtyktu skerjingina uttan nakran dialog við føroyskar myndugleikar. Um Edmund hevði atkvøtt ímóti tá, so var ongin skerjing.??Síðani fær Edmund Joensen kaldar føtur, tá undirritaði hevur reist málið og lesandi gera vart við seg.??Og nú í februar mánaða 2011 boðar hann frá, at hann hevur gjørt avtalu um ein ”nýggjan serligan frádrátt”, og at hesin skal eita ”Ríkisfelagsskapsfrádráttur”. Talan er um nett ta somu upphæddina, sum frádrátturin var í 2010, áðrenn hann varð skerdur – altso 71.000 kr. árliga.??Heldur ikki hesaferð eru føroyskir myndugleikar eftirspurdir.??Misnýtsla av fólkatingssessi?Talan er sostatt um grova propaganda og gambling við rættindum hjá føroyskum lesandi. Nú skulu tey lesandi, sum byrja lesnað í 2011 hava sama frádrátt, sum føroysk lesandi hava havt í áratíggjur. Men tey skulu nú tvingast at fáa heitið “ríkisfelagsskapsfrádrátt” niður yvir seg – uttan mun til, um tey hava eina aðra politiska sannføring enn Edmund Joensen.??Hugsið tykkum rokið í Føroyum, um ein loysingarmaður á fólkatingi nýtti sína atkvøðu til fyrst at atkvøða fyri at føroyingar í Danmark tildømis skuldu skerjast í “boligstøtte”. Og síðani tók skerjingina aftur og segði, at hetta nú var ein nýggjur stuðul, skuldi eita “loysingarstuðul”???Og skulu vit rokna við, at Edmund Joensen næstu ferð atkvøður fyri at skerja aðrar avtalur og onnur rættindi hjá føroyingum – og síðani rør aftur á aftur, og umdoypir tað til “sambandsstuðul”???Misskilt donsk nasjonalisma?Okkara uppgáva á fólkatingi er ikki at taka avgerðir yvir høvdið á føroyska fólkinum og føroyskum myndugleikum. Tað er at tryggja, at fólkavaldir føroyskir myndugleikar hava avgerðina og rættin til at taka avgerðir vegna Føroyar og føroyingar. Eisini í útbúgvingarpolitikki, har tað hevur verið orðað mál í mong ár, at føroyingar skulu hava eins góðar møguleikar at lesa hvar teir vilja í heiminum – í Føroyum ella øðrum londum.??Og tá vit gera avtalur við onnur lond um útbúgvingarrætt og stuðulsmøguleikar, eiga vit sjálvsagt eisini at geva lesandi úr øðrum londum somu rættindi hjá okkum.??Soleiðis samstarva siviliserað ar og javnsettar tjóðir.??Nú roynir Edmund Joensen við miðvísari propaganda og villleiðing at billa føroyingum inn, at vit eru heft av vælvildini hjá eini danskari stjórn ella einum føroyskum umboði fyri donsku stjórnina, tá okkara ungdómur skal velja sína framtíðarleið. ??Avleiðingin er ein miðvísur trútting niður í høvdið á okkara ungdómi um, at okkara ungdómur bara hevur ein veg at fara og skal vera takksamur fyri “gávur og vælvild”. ??Tað hevur onki við fólkaræði og rættindi at gera. Tað elur bara undirbrotligheit, trongskygni og sjálvkolonisering fyri okkara fólk og ungdóm. Ja, tað byggir á eina misskilta danska nasjonalismu í Føroyum.