Her í Suðurtýsklandi er steikjandi heitt, í gjár eini 29 hitastig í skugganum í dag er heitari, men týsku bløðini loypa ikki fram av av hitanum, men eru sera varin og fair mótvegis dystinum í dag. Stóra fótbóltsblaðið Sportmagazin Kicker hevur í dag Føroyar á Forsíðuni. Mynd er av Rudi Völler á forsíðuni, ið sigur at Týskland skal hava øll trý stigini móti Føroyum. Avísin Sonntag Aktuel hevur stórar greinar um fótbólt og eina ferðafrásøgn úr Føroyum, við nógvum myndum í litum. Frankfurter Allgemeine og Das Bild hava øll Føroyar á forsíðuni í hesum døgum.
Tríggir ítrottartíðindamenn skriva í serliga EM-blaðnum hjá Sportmagazin Kicker at týska Landsliðið væntar klassa og at liðið tykist ikki trúgva egnum evnum fyri tíðina. Yvirskriftin er ?Die Furcht vor den Färöern?, ella óttin fyri Føroyum. Teir skriva at tá týska landsliðið lendu í Vágum klokkan 12 í gjár høvdu teir ikki gloymt at Hjalgrím Eltør rann fríur fram við Oliver Kahn í 83. minutti í Hannover í 2002. At á ?Seyðaoyggjunum?(sum teir í heilum kalla Føroyar) koma hesir spælarnir við ringu royndum úr Skotland, har Týskland spældi 1:1. Hetta lagt saman skapar týska óttan fyri Føroyum. Teir eru bangnir fyri at um Týskland spældi sum í Skotlandi koma teir ?unsere blaue Wunder erleben?, t.v.s. at teir koma at uppliva teirra óvæntaða fall. At uppliva ?eine blaue Wunder? er ein óvæntað hending, ið tó er elvd av t.d. at kenna seg hástóran, sum vit sóu við Eysturríki, ið kom at merkja teirra lívs ?blaue Wunder? í 1990 í Malmø í Svørríki. Liðskiparin Oliver Kahn (Bayern München) sigur seg vera bangan fyri hesi hending, um teir spæla sum í Skotlandi leygardagin. Michael Ballach (Bayer München) heldur fyri: ?at í dystinum móti Skotlandi spældu vit móti einum sera veikum liði, men vit høvdu ikki sjálvsálit so einki er avgjørt móti Føroyum? .
Undirmeti ongantíð hin lítla
Ein fótbóltur er enn rundur og einki annað er avgjørt siga 3 gamlir landsliðsspælarar á týska landsliðnum, ið allir eru samdir um at neyðugt er at vera eyka varin móti smáum londum. Hannes Löhr spældi í 1967 0:0 móti Albanien, han sigur at eisini vise-heimsmeistarar og heimsmeistarar kunnu tapa móti fótbóltsdvørgum. Hann vónar, at hetta ikki kemur at henda. Ull Stellke spældi í 1982 á týska landsliðinum og var við tá teir taptu 1:2 móti Algeria. Hann sigur at afrikanarnir spældu í eini eufori eftir fyrra málið. Hann heldur at bæði Kahn og Ballack eftir dystin í Skotlandi hava sæð vandan við teim smáu, ið ger at teir ikki tora at siga so nógv um Føroyar. Kirsten Mund spældi í 1997 3:2 móti Albania, meinar tó at Týskland kemur at vinna í Føroyum.
Føroyingar eru sterkir
Berti Vogts venjarin hjá Skotlandi helt fyri í blaðnum Sportsmagazin Kicker, at hann eftir 7 septemur 2002 við 2:2 dystinu, lærdi at Føroyingar hava sterkar spælarar og at liðið hevur fleiri skjótar og hegnigar spælarar. Ballack heldur fyri í somu grein, at neyðugt er at vit fáa tamarhald á spælinum, vit skulu hava bóltin, gerst tryggari við bóltinum og ikki missa bóltin so oftani sum í Skotlandi?.
Spælarin Miroslav Klose fylti 25 ár Annan Hvítisunnudag, hann hevði ikki tíð at halda føðingardag. Áloyparin frá FC Kaiserslautern, sum við sínum 28 landsdystum hevur fingið 14 mál, sigur seg ikki vita nógv um fólk í Norðanlondum, annað enn at tey eta nógvan seyð. Men tað er langt síðani at Klose hevur fingi mál til landsdyst, so hann er kanska ikki so vandamikil.
Bløðini hava stórar myndir av føroysku og av týsku liðuppstillingini. Tey stóru ítrottarbløðini hava langar áhugaverdar tulkingar av dystinum í Skotlandi, ið eisini seta fram taktik um dystin í dag í Føroyum. Serliga at defensiva lokaða spælið má umsetast til skjótt offensivt spæl. Spælarnir eiga at vita hava teir skulu leggja megina, serliga minnast at renna fram við síðunum á vøllinum. Niðurstøðan er at skal týska liðið ikki gera somu feilir sum móti Litavia og móti Skotlandi móti Føroyum, skal hepni til, ella endurtaka teir helt bert 2:1 í Hannover.
Vit vinna sum einki
Jens Jeremies er eitt undantak frá restini av spælarunum í bløðunum, hann heldur at: ?móti Føroyum vinna vit sum einki?, stolti Bayern München Landsliðsspælarin ivast ikki um: ?um vit brúka øll hundrað prosentini soleiðis koma vit at sleppa undan óvæntaðum úrslitum (blaue Wunder). Føroyingarnir eru ikki veikari enn skotar. Teir eru taktiskir og í góðum formi?. Spurdur um hvat skal til fyri at vinna svaraði Jeremies: ?Vit skulu halda feð_ina, halda bóltin, spæla skjótari og vera nógv meiri offensivir?. Vinna vit so? Spyr blaðmaðurin: ?Vit vinna heilt víst?.
Nógv er eisini at hoyra um dystin í Føroyum og um Føroyar á týskum útvarpsstøðum og í stjónvarpinum fyri tíðina. Samanumtikið eru røddirnar sera trilvandi og eingin tori at siga alt ov nógv um dystin áðrenn hann er leiktur.