Tey lítlu gevast

Tey trý fíggjarliga veikastu formel 1 liðini Minardi, Jordan og Sauber koyra sunnudagin seinastu formel 1 koyringina

Niels Uni Dam

Tey trý lítlu formel 1 liðini Minardi, Jordan og Sauber koyra sunnudagin sína seinastu koyringn. Minardi hevur verið í formel 1 í 22 ár, Jordan í 15 ár og Sauber í 13 ár. Jordan er tað av liðunum, ið hevur klárað seg best, við fýra sigrum, er hetta einasta av hesum trimum liðum, sum hevur vunnið eina koyring, í kappingini um heimsmeistaraheitið í formel 1.

Funnu Schumacher
Hóast liðini ikki hava kappast um heimsmeistaraheitið hava tey spælt ein stóran leiklut í at gera formel 1 til tað, sum tað er. Hetta eru trý lið, sum hava funnið koyrar sum Allesandro Nannini, Alex Zanardi, Michael Schumacher, Fernando Alonso, Giancarlo Fisichella, Kimi Raikkonen, Jarno Trulli, Felipe Massa, Rubens Barrichello, Eddie Irvine, Heinz Harald Frentzen, Ralf Schumacher og Takuma Sato. Hesar stjørnur hava í hesum liði fingið fyrsta møguleikan at koyra í formel 1. Tilsamans hava hesir koyrar vunnið 136 formel 1 koyringar.
Men frá næsta kappingarárið eru Jordan - Midland Racing, Minardi - Red bull II og Sauber eitur BMW.

BAR verður Honda
Umframt hetta hevur Honda keypt partabrøvini í BAR-Honda frá British American Tobacco, og hetta liðið skiftir navn til Honda næsta kappingarár. Hetta er sostatt endin á British American Racing, ið byrjaði í formel 1 við, við at siga, at tey fóru at vinna fyrstu koyringa av fyrstu byrjunarstøðu, og gerast heimsmeistarar fyrsta árið. Hóast liðið gjørdist nummar tvey í kappingini um heimsmeistaraheitið í fjør, hava tey onga koyring vunnið hesi fimm árini í formel 1.

Enn eitt lið
Leysasøgur hava gingið um, at McLaren Mercedes skuldi hava eitt eykalið næsta kappingarár, men hetta sær ikki út til at vera satt. Tó verður eitt ellinta lið við næsta kappingarár, og Honda skal lata motorar til liðið. Gitingar eru frammi um, at hetta verður eitt japanskt lið, ið fyrrverandi formel 1 koyrarin Aguri Suzuki stendur aftan fyri, somu søgur siga, at Takuma Sato skal koyra fyri hetta liðið næsta kappingarár.