Tey lægst løntu nógv í tali


Nýggi sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum gevur teimum lægst løntu størstu lønarhækkingina. Og tey lægst løntu eru ein stórur partur av limum felagsins


 

Bæði Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið siga seg vera nøgd við nýggja sáttmálan millum partarnar.

Nýggi sáttmálin er uppá eitt langt tíðarskeið, 2 ár og 7 mánaðir. Sáttmálin inniheldur eina lønarhækking uppá 7,5%. Henda fellur í trimum. Eftirlønin hækkar við 2,5%, so hon verður 8% í 2003. Samlaða hækking verður set til 12,5%. Miðalhækking hjá limum Starvsmannafelagsins er eini 1000 krónur um mánaðin.

Harafturat sigur sáttmálin, at serliga tey lægst løntu í Starvsmannafelagnum, sonevndi lægstlønarbólkurin, fær størstu hækingina.

Gunleivur Dalsgarð, formaður, sigur, at hesin starvsbólkur ikki er so lítil. Útvið 60% av limum felagsins eru í hesum bólkinum, sum fær størstu ágóðarnar.

16 feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum standa nú í røð at slepa til samráðingar, men tó hendir einki, fyrr enn páskahøgtíðin er av.