Føroya Arbeiðarafelag
? Skattalættin,sum samgongan hevur framt, er ein rossahandil, sum rakar tey lágløntu meint.
Tað sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í ársfrágreiðing síni á aðalfundinum í felagnum hósdagin.
Ikki óvæntað fingu politikararnir nøkur orð við sær á vegnum í formansfrágreiðingini
Tá ið skattalættin varð latin, vóru lág- og miðalinntøkurnar
við sviðusoð,staðfesti Ingeborg Vinther.
Hon vísti á, at Arbeiðarafeløgini høvdu gjørt eitt uppskot, ið gav lág- og miðalinntøkunum
skattalætta, meðan háinntøkurnar heldur komu at gjalda meiri skatt.
? Hetta løgdu vit fíggjarnevndina hjá løgtinginum, men tað fekk kalda móttøku og varð ikki tikið til eftirtektar,sigur Ingeborg Vinther.
Hon heldur ikki, at tíðin er til at lata skattalætta, nú hall er á fíggjarlógini.
? Men skuldi skattalætti gevast, so var tað ikki háinntøkurnar, sum skuldi fáa hann, men til láginntøkubólkarnar.
? Vit kenna øll til politiskar rossahandlar, og tað varð gjørt í hesum máli.
Hon sigur, at javnaðarflokkurin gjørdi ein rossahandil fyri at fáa samgonguna at gangavið til at hækka inngjaldið til samhaldsfasta eftirlønargrunnin. Aftur fyri at bøtt um samhaldsfasta, gekk flokkurin við til at lata teimum háinntøku skattalætta.
? Hetta var ein rossahandil og teir raka aloftast vanliga fólkið. Vit
kunnu kanska siga, at hetta kostaði javnaðarflokkinum fólkatingsmannin
á fólkatingsvalinum. Møguliga hava teir lært nakað av hesum, sigur Ingeborg Vinther.
Men tað eru eisini onnur dømi um, tað at samgongan arbeiðir til frama fyri háinntøkurnar.
Hon sipar til lógina um skuldareftirgeving til tey, ið skylda landskassanum milliónir, ?Nógv av skuldini stavar frá, at tey settu pening í veð sum skattaspekulatión. Onnur skylda milliónir í mvg, sum tey ongantíð hava goldið.
? Ótrúligt, at nakar við politiskari ábyrgd kann vera við til at gera tílíkt lógligt. Skyldar ein vanligur løntakari 200?500.000 krónur og søkir um at fáa skuldina strikaða, fær hann at vita, at hann skyldar ov lítið og noyðist at gjalda skuldina.
? Men tann, sum skyldar milliónir, skal sleppa undan skuldini og tað skilji eg ikki.