Tey kundu víst eitt sindur av takksemi

Í hesum sambandi hava línuskipini einki at klaga um, heldur Ingolf S. Olsen

Tey, sum eiga línuskip, kundu víst eitt sindur av takksemi. Tað heldur ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, og framsøgumaður floksins í fiskivinnumálum.

 

Hann vísir á, at formaðurin í Felagnum línuskip hevur sagt við Sosialin, at tað er bedrøviligt, sum línuskipini vera illa viðfarin av landsins myndugleikum. Tað, hann sipar til, er, at 1.276 tons av toski á Flemish Cap eru seld á uppboði.

 

Og samstundis hevur VP endurgivið ein gamal Flemish Cap farari fyri kalla uppboðssøludagin fyri ein sorgardag á Facebook, og Høgna Hoydal hevur hann kalla ein peningagraðan, akademiskan fiskimálaráðharra.

 

Men Ingolf S. Olsen heldur, at í hesum sambandi hevur línuflotin hevur einki at klaga um og hann heldur, at tað hevði sømt seg betur at vísat eitt sindur av takksemi.

 

– Ongantíð í nýggjari tíð hevur føroyska toskakvotan á Flemish Cap verið so stór sum í ár, 3.911 tons, og hvør stertur er markaður til línuflotan, sigur hann.

 

Samstundis hevur fiskiskapurin undir Føroyum ongantíð verið betri enn tað sama, og línuskipini hava eisini góðar dagar har.

 

– Men gleði og takksemi er ongastaðni at hóma. Heldur er boðskapurin, at samgongan og serliga fiskimálaráðharrin, eru ein svorin fíggindi, sum bara vil fiskivinnuni ilt, ikki minst línuflotanum.

 

– Eg vænti tó, at tað finnast línumenn, ið eru meira takksamir, enn nevndu dømi bera boð um. leggur hann afturat. Hann sigur, at tað er ikki sjálvsagt, at línuskipini eiga alla felagskvotuna á Flemish Cap. Og tað var heldur ikki sjálvsagt, at parturin, sum varð seldur á uppboði, eisini bleiv markaður til línuflotan.

 

– At tað kortini bleiv soleiðis, er ein politisk avgerð, sum fiskimálaráðharrin hevur gingið á odda fyri. Og tað er eisini undir hesari samgonguni, at línuflotin hevur fingið einkarrætt til toskafiskiskapin á Flemish Cap, staðfestir Ingolf S. Olsen.

 

Les meiri her: Eitt sindur av takksemi hevði klætt