Landsstýrið roynir at koyra á fólk fyri at fáa tey at leggja um til grøna orku. Serliga roynir landsstýrið at eggja fólki til at leggja um til jarðhita, ella til aðrar grønar orkuskipanir. Men nú løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, fýltist Aksel V. Johannesen, formaður javnaðarfloksins, á, at landsstýrið ikki sjálvt gekk undan og legði um til grøna orku.
Í ólavsøkurøðuni staðfesti løgmaður, at tað gongur væl at skifta til grøna elframleiðslu, og skjótt fáa vit orku frá tveimum nýggjum vindmylluverkum oman fyri Havnina. Meiri ferð verður sett á royndirnar við sjóvarfalsorku, og vit kanna, um orka fæst úr heitum keldum undir jørð.
Landið skal eisini nýta grønar loysnir og tí fara bygningarnir í Tinganesi skjótt at verða hitaðir við sjógvi.
Frá 2024 verður tað bannað at hita nýggj hús við oljufýr og tí skuli fólk fáa stuðul til at taka gamlar oljufýringar niður. Nevnt hevur verið, at stuðulin verður 5.000 – 10.000 krónur fyri hvørja oljufýr. Samstundis sleppa tey, sum fáa sær hitapumpu framhaldandi undan at rinda mvg av tí.
Aksel V. Johannesen heldur, at tað ljóðar gott, at bygningarnir í Tinganesi skulu hitast við grønari orku. Men hann heldur, at tað ger lítlan mun, tí veruleikin er, at landskassin eigur heilar 179 bygningar kring landið. Men tað eru bara 18 av teimum, sum hava grøna orku, tí allir hinir 161 bygningarnir hava oljufýr.
– Tá ið roynt verður at fáa øll fólk at leggja um til grøna orku, eigur landsstýrið at ganga undan við sínum egnu bygningunum, heldur Aksel V. Johannesen. Hann sigur, at skulu allir almennir bygningar vera grønir í 2030, skulu vit seta einar 15 milliónir av um árið til endamálið – og tað heldur hann, at vit skulu gera.
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at tað er ein spurningur, hvat skal koma fyrst. Sjálvur sær hann ikki fidusin í at bygningar leggja um til grøna orku, tá ið elorkan tey skulu brúka, verður vunnin úr olju, og tí heldur hann, at vit eiga at verða komin longur fram á leið við vindmyllum, og øðrum grønum orkukeldum.