Tey konservativu vilja úr ES

Nógv teir flestu limirnir í tí konservativa flokkinum í Bretlandi høvdu atkvøtt ja, um fólkaatkvøða hevði verið nú um at taka Bretland úr ES, og uppaftur fleiri vilja hava fólkaatkvøðu um spurningin.

Í einari kanning siga 83 prosent av limunum, at tey vilja hava stjórnina at skipa fyri einari fólkaatkvøðu um bretska limaskapin í ES, áðrenn val verður aftur til parlamentið. 70 prosent av limunum siga, at tey fara at atkvøða fyri at siga ES-limaskapin upp.

Í kanningini, sum er gjørd fyri sjónvarpið Channel 4, sæst, at bara 23 prosent av teimum konservativu flokslimunum eru fyri at varðveita ES-limaskapin.