Fólk kring alt landið hava leingi bíðað í spenningi eftir, at skráin fyri vitjanina hjá kongsfamiljuni skuldi almannakunngerast. Hetta bleiv gjørt seint mánadagin, og skráin avdúkar, at tey kongaligu fara at vitja bæði Norðoyggjar, Eysturoy, Vágar, Sandoy, Suðuroy og høvuðsstaðin.
Eivør og Deja skulu undirhalda
Sum tey flestu óivað vita, eru tað drotningahjúnini og krúnprinsahjúnini, ið koma á vitjan í Føroyum. Vitjan hjá teimum kongaligu byrjar mánamorgunin 20. juni, tá ið kongsskipið Dannebrog leggur at bryggju í Havn.
Meðan vitjað verður í høvuðsstaðnum, fara drotningahjúnini eitt nú at leggja grundarsteinin til nýggju kirkjuna í Hoyvík. Krúnprinsahjúnini fara millum annað at vitja dagstovnin á Hamrinum á Argjum.
Um kvøldið er løgmaður vertur við ein galladøgurða í Norðurlandahúsinum, har konsert við Eivør Pálsdóttir og Deja verður á skránni.
Vitja Sandoynna og Suðuroynna sama dag
Týsdagin 21. juni gongur leiðin hjá kongsfamiljuni fyrst til Sandoyar, har vitjað verður í kirkjuni og við útgrevsturin í Junkarins fløtti.
Síðani gongur leiðin til Suðuroyar. Meðan kongsfamiljan vitjar í Suðuroy, fara drotningahjúnini eitt nú at vitja Ruth Smith savnið, samstundis sum krúnprinsahjúnini vitja ullvirkið Sirri.
Eisini verður vitjað á Tvøroyri, og um kvøldið er Tvøroyrar Býráð vertur við ein døgurða, sum verður í høllini í Trongisvági.
Norðoyatunnilin verður vitjaður
Triðja dagin, ið kongsfamiljan vitjar í Føroyum, gongur leiðin til Norðoyggjar og Eysturoynna. Eitt nú fara drotningahjúnini at vitja Norðoyatunnilin Klaksvíksmegin, meðan krúnprinsahjúnini vitja Leirvíksmegin.
Krúnprinsahjúnini skulu hendan dagin eisini hitta avstraliarar, sum eru búsitandi í Føroyum, í Klaksvík. Sostatt fær Mary krúnprinsessa høvi til at hitta nakrar av sínum landsmonnum, ið eru líka langt av landi skotin, sum hon sjálv.
Mikukvøldið bjóðar kongsfamiljan til góðan nátturða fyri innbodnum umborð á kongsskipinum Dannebrog, sum tá liggur við bryggju í Havn.
Morgunin eftir verður vitjað í Vágum, og um viðrar flúgva krúnprinsahjúnini í Mykinesi. Drotningahjúnini fara at vitja barnagarðin Sóljugarð í Sandavági og Kálvalíð í Miðvági.
Vitjanin hjá kongsfamiljuni í Føroyum endar við einum tíðindafundi á Hotel Vágum seinnapartin hósdagin 23. juni.