Tey kliptu gekkaskortar

Á barnabókasavninum í miðbýnum í Havn kliptu tey hósmorgunin gekkaskortar. Mánadagin er tað føstalávint, og skulu gekkaskortarnir helst brúkast tá

Hósmorgunin var nógv lív á barnabókasavninum í miðbýnum í Havn. Tá skipaði bókasavnið nevniliga fyri klipping, har børn undir skúlaaldur kundu koma at klippa sær ein gekkaskort nú føstalávint veruliga nærkast.
Børnini vóru nógv í tali, og sótu tey øll fitt og kliptu og límaðu. Onkur hevði gjørt sær ein Batman gekkaskort, onkur eitt jarðber, onkur var ein mariuhøna og onkur annar var okkurt annað.
Nógvar dagrøktarmammur við børnum og barnagarðsbørn vóru komin á bókasavnið henda morgunin, og merktiskt tað týðiliga á børnunum, at tey gleddu seg til føstalávint.
Men nú skulu tey bert sova tríggjar ferðir afturat, so sleppa tey út at royna nýggju gekkaskortarnar og at vita, um tey ikki fáa okkurt gott í posan.

Myndatxt: Á barnabókasavninum kliptu tey gekkaskortar hósmorgunin. Her er tað ein Batman, sum kom burturúr

Myndatxt: Sjálvt um tey eru lítil, so royna tey kortini. Hesi bæði fittu børnini vóru eisini á barnabókasavninum og kliptu gekkaskortar