Tey sum hava Stórabretlandi verandi í ES eru á odda í nýggjari kanning, men ikki so greitt, sum áður
Tað eru fleiri og fleiri bretar, sum vóna, at Stórabretland fer at atkvøða seg úr ES.
Í eini nýggjari kanning frá stovninum Opinium eru ES-viðhaldsfólk á odda, men tey ivasomu hava framgongd.
Kanningin er gjørd millum 31. mai og 3. juni, og hon vísir, at 43 prosent fara at atkvøða fyri verandi limaskapi í ES, og at 41 prosent ynskja, at Bretland fer úr ES. Í seinastu Opinium-kanning vóru tølini 44-40 ES viðhaldsfólkið.
Samstundis eru tey tey ivandi eisini fara at halla til at atvkøú nei til ES.
Seinasta kanning kemur í kjalarvørrinum av tveimum kanningum frá stovninum ICM fyrr í vikuni. Báðar vísa meiraluta fyri at at fara úr ES.
Onnur teirra var grundað á telefonsamrøðu og kom til ta niðurstøðu, at 45 prosent høvdu atkvøtt fyri at fara úr ES, meðan 42 prosent vildu varðveita limaskapin. Sambært ICM var tað fyrsta kanning teirra, sum vísti meiriluta fyri, at Bretland skuldi fara úr ES.
Hin kanningin varð gjørd samstundisl, men á internetinum. Her svaraðu 47 prosent, at tey vilja úr ES. 44 prosent vildu vera verandi.
Í báðum kanning var tað galdandi, at um tú tókst tey ivandi frá, so varð støðan 52-48 til tey, sum vilja úr ES.
Kanningarnar hava verið við til, støðan hjá bretska pundinum á gjaldoyramarknaðinum er viknað.
Bretar skulu atkvøða um framhaldandi limaskap í ES 23. juni. Spurningurin í atkøvðurúminum ljóðar soleiðis: »Skal sameinda kongaríkið halda fram sum limur av evropiska samveldinum ella fara úr evropiska samstarvinum?«