Tey illa sperdu eru øll á heimavølli

Allir fimm dystirnir í 25. umfari vera klokkan 15 í dag

Fyri einari viku síðani tryggjaði KÍ sær FM heitið, tá ið tað á heimavølli endaði við 5-0 sigri ímóti ÍF

25. umfar í bestu landskappingini hjá monnum verður í dag. Bólturin fer á rull íl øllum fimm støðunum klokkan 15.

 

KÍ hevur longu tryggjað sær FM heitið og gullkrónurnar, meðan tað framvegis er kapping um silvurkrónurnar og bronsukrónurnar og europeisk atgongumerki.

 

Í botninum er spenningurin stórur í sambandi við niðurflytingarstríðið. Tað eru serliga TB, ÍF og AB, sum eru illa sperd, men B68 er framvegis ikki leyst av hóttanini av at flyta niður.

 

Felags fyri AB, ÍF, TB og B68 er, at tey í dag eiga heimavøll.

 

Tað verður sagt frá góðum fótbóltslíkindum seinnapartin. Hann verður landssynningur, vindferðin verður 3 metrar um sekundið og upp í 6 metrar í hvirlunum, sólin fer at kaga undan, tað verður turt, og hitin verður omanfyri 8 stig, tá ið fyrsta bríksl í teimum fimm fótbóltsdystunum verður.

 

 

 

Sunnudagin 8. oktober

 

ÍF – EB/Streymur: Árni Brandsson Petersen kl. 15.00

 

B68 – Víkingur: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00

 

B36 – 07 Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

AB – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.00

 

TB – HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

242121641665
B36241725492353
Víkingur241635632252
HB241545612249
07 Vestur241149403637
EB/Streymur247314254424
B68244911274321
TB244416145516
ÍF245019226715
AB244119215813

 

 

 

Fyri einari viku síðani tryggjaði KÍ sær FM heitið, tá ið tað á heimavølli endaði við 5-0 sigri ímóti ÍF